Til allar dagstovnar í Føroyum

Betri vinir átakið er ikki bert útviklað sum eitt tól at arbeiða við happing, men sum eitt tól at fyribyrgja happing. Átakið er enn undir menning, og vit lýsa tá ið tað er klárt at fara út á stovnarnar. Les meira um Betri vinir og nýggju fatanina av happing niðast á síðuni.

Betri P/F er høvuðsstuðul

Vit kunnu bjóða

Kuffert

Tilfarið er eitt kuffert, sum fæst í trimum útgávum. Í fyrstu atløgu tillagar Barnabati tilfarið til barnagarðar. Kuffertini hava tilfar til børn, fakfólk og foreldur. Til børnini er til dømis bamsan, samrøðutalvur/plakatir og massasjusøgur, sum gera tað møguligt hjá barnabólkinum at tosa um og spæla ser við virðini tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi. Til fakfólk og foreldur eru t.d. kjakkort, sum kunnu nýtast á starvsfólka- og foreldrafundum, eins og tað eisini eru fimm ráð til foreldur, ið minna foreldrini á teirra leiklut í mun til trivnað í barnabólkinum.

Gransking

Trý spurnabløð eru knýtt at verkætlanini Betri vinir. Hesi trý spurnabløðini skulu nýtast í ymsum tíðarskeiðum í verkætlanini. Tey trý spurnabløðini eru gjørd við endamálinum at menna verkætlanina. Spurnabløðini skulu nýtast sum eitt amboð til aktørar, sum eru við í verkætlanini, at hugleiða um væntanir og royndir í samband við Betri vinir. Arbeiðið við spurnabløðunum kann vera við til at skapa yvirlit yvir mannagongdir og kann nýtast víðari í mun til framtíðarætlanir. Øll í starvsfólkahópinum skulu svara spurnabløðunum hvør sær.

Bamsa

Hey, eg eri tín vinarbamsa! Mítt høvuðsendamál er at minna børnini á, at tey skulu ansa eftir hvørjum øðrum. Kuffertið inniheldur eina bamsu, ið hevur eginleikan at tosa við børnini og klemma tey. Síðani kunnu børnini fáa eina lítla persónliga bamsu, sum m.a. kann nýtast til eitt lítið prát ella at troysta. Í øðrum londum síggja vit, at børnini hava bamsuna í taskuni, tá tey eru byrjað í skúla og brúka hana sum ein ugga, um tey ikki halda, at skiftið frá barnagarði til skúla er so lætt.

Skeið

Tá tú keypir Betri vinir, er krav at fylgja einum vegleiðaraskeiði, har fakfólk leiðbeina tær. Ynskja tit at fáa vitjan av einum skeiðshaldara, sum kemur út at halda skeið hjá tykkum, kunnu tit eisini tað. Meira um hetta kemur seinni. 


Eftir tykkara tørvi

Fyri kommunurnar er tað ein fyrimunur at nýta Betri vinir miðvíst í øllum stovnum og skúlum. Hetta kemst av, at Betri vinir hevur við sær, at børn, foreldur og námsfrøðingar saman skapa eina ítøkiliga og livandi ætlan um trivnaðin hjá børnunum. Betri vinir er eisini eitt amboð til frama fyri at skapa eitt trygt skifti frá stovni til skúla.

eXbus

Ástøðið handan verkætlanina byggir á slóðbrótandi gransking hjá Dorte Marie Søndergaard og Helle Råbøl Hansen. Hesar mynda eisini serfrøðingatoymið í okkara verkætlan. Meira kann lesast um hetta á exbus.dk.

Les um verkætlanina

Betri vinir er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Tilfarið er ætlað til 3-6 ára gomul børn, fakfólk og foreldur. Barnabati stendur fyri verkætlanini, í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet.

Tilfarið er samansett av námsfrøðiligum amboðum, sum gera tað lættari at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing.
Betri vinir er grundað á eina nýggja fatan av happing, sum tekur støði í virðunum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi.

Tá tú keypir Betri vinir, fylgir eitt vegleiðaraskeið við, har fakfólk leiðbeina tær.
Bara dagstovnar kunnu keypa Betri vinir.

Barnabati arbeiðir uttan fíggjarligan vinning, vit fáa sostatt ongan ágóða av søluni.

Fri for Mobberi er í dag í uml. 50 % av øllum donskum barnagarðum og í uml. 40 % av øllum skúlum/frítíðarskúlum.

Betri vinir er stuðlað av Mentamálaráðnum og Føroya Pedagogfelag
Betri P/F er høvuðsstuðul hjá Betri vinir.

Kuffertið hevur tilfar til børn, fakfólk og vaksin.

Til børnini er tilfarið til dømis Bamsa, samrøðutalvur/plakatir og massasjusøgur, sum gera tað møguligt hjá barnabólkinum at tosa um og spæla sær við virðini tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi. 

Betri vinir tilfarið til tey størru børnini leggur upp til at tosa um felagsskap, vinarlag og arging í einum máli, sum børnini skilja. Vit tosa m.a. um munin millum at arga til stuttleika og at happa av álvara – og gera teir óvirknu áskoðararnar tilvitaðar um, at teir kunnu gera ein mun og geva teimum amboð at siga frá.

Í kuffertinum til tey minstu børnini er dentur lagdur á felagsítriv, har ymisk spøl geva børnunum kunnleika til fyrrnevndu virðini. 

Til fakfólk og foreldur eru t.d. kjakkort, sum kunnu nýtast á starvsfólka- og foreldrafundum, eins og tað eisini eru fimm ráð til foreldur, ið minna foreldrini á teirra leiklut í mun til trivnað í barnabólkinum.

Betri vinir kuffertið inniheldur:
– 1 Bamsa (handskadukka), eydnudjór hjá Betri vinir. Bamsa er felags hjá stovuni.
– Lítlar persónligar bamsur.
– Námsfrøðilig hefti um ástøði, praksis og virksemi
– Vegleiðing á dvd
– Samrøðutalvur/plakatir (tekningar og stuttar søgur á forsíðuni, spurningar á baksíðuni)
– Massasjusøgur “Tann, mann nertur við, happar mann ikki”
– Náttúruhefti “Felags í náttúruni”
– Kjakkort til fakfólk og foreldur
– Bók “Bamsan hjá Robertu”
– Ráð til foreldur (brøv + plakatir)
– Postkort
– Klisturmerki

 

Granskarar hava við jøvnum millumbilum fylgt og eftirmett verkætlanina Betri vinir – Fri for Mobberi. Tí vita vit, at tilfarið riggar og hevur positiv úrslit.

Ein bólkur av granskarum frá Roskilde Universitet, stjórnaður av Jan Kampmann, fylgdi Betri vinir – Fri for Mobberi verkætlanini í Danmark frá 2007 til 2009. Í alt vóru átta frágreiðingar givnar út um Betri vinir – Fri for Mobberi. Niðurstøðan var m.a., at børnini vóru blivin munandi betri at standa ímóti happing í stovnunum, sum høvdu arbeitt miðvíst við Betri vinir.

Ein kanning frá 2011, har tilvildarligir Betri vinir-brúkarar blivu spurdir, vísti m.a., at:

53 % halda, at børnini eru blivin betri at handfara happing
60 % halda, at børnini eru blivin meira hjálpsom ímóti hvørjum øðrum
98 % av teimum spurdu vilja halda fram við at nýta Betri vinir og viðmæla øðrum at gera tað sama

Í Betri vinir hava vit fingið íblástur frá granskingarverkætlanini Exploring Bullying in Schools – eXbus. Betri vinir lýsir happing soleiðis:

Happing…

– snýr seg um útihýsing frá einum felagsskapi

– fer fram í og rundan um ein bólkafelagsskap, har øll børn hava meira ella minni sjónligar leiklutir

– er sermerkt av útihýsing, ið hendir ferð eftir ferð yvir eitt tíðarskeið og sum heild boðar frá: ”Tú er ikki við her”

– kann vera beinleiðis jagstran ella óbeinleiðis útihýsing – og meira ella minni sjónlig.

– er treytað av eini valdsójavnvág, har tað er vorðið sosialt góðtikið, at ein ella fleiri eru minni verd enn onnur.

– fer fram í einum sosialum samanhangi, sum barnið, ið verður happað, ikki kann draga seg frá. Til dømis í barnagarði, skúla ella frítíðarítrivi.

Happingin fer fram í bólkafelagsskapum. Tí skal orsøkin og loysnin ikki bara finnast hjá happaranum ella tí, sum verður happað/ur.

Tað er neyðugt at arbeiða við mentanini í felagsskapunum, har børn eru við – í stovnum, í skúlanum og í frítíðini.

Nógv skilja happing út frá tí, tey síggja. Sum nakað, ið fer fram millum ein happara og eitt offur. Ofta verður eisini hildið, at happing kemur av onkrum í persónsmenskuni ella uppvøkstrinum hjá tí happaða ella happaranum.

Granskingin seinastu árini hevur havt við sær eina nýggja sjón á happing. Nú vita vit, at skyldin ikki liggur hjá ávísum børnum, men í mentanini hjá felagsskapunum, sum børnini eru ein partur av.

Tað kanst tú lesa meira um her.

Happing er eitt tekin um ótryggleika
Vit menniskju hava tørv á hvørjum øðrum. Sosialir samanhangir eru við til at skapa okkum og geva okkum okkara samleika, og tí kann útihýsing niðurbróta eitt menniskja.

Happing hongur saman við okkara tørvi at vera partur av einum felagsskapi. Um vit eru í iva um, hvar vit hoyra til, kann tað kennast ótespiligt, tí okkara lívsgrundarlag verður hótt.

Í heiminum hjá børnum kann kenslan av at hoyra til koma undir trýst, um ikki botnur er lagdur undir ein góðan felagsskap í bólkinum, sum børnini eru í, ella um tann verandi sosiala støðan verður hótt. Tað kann til dømis vera, at lærarin verður skiftur út ella nýggir klassar verða gjørdir.

Ein máti at minka um ótryggleikan er at skapa ein annan felagsskap, ein nýggjan felagsskap, har felagsskapurin er samansettur av at halda hini uttanfyri.

Happing er við øðrum orðum eitt tekin – ein ótilvitaður atburður – fyri sjálvur at sleppa undan at standa einsamallur.

Tolsemið er avgerandi
Í ótryggum barnafelagsskapum er tolsemið ikki nóg gott.

Í myndatalu kann mann siga, at børnini eru á einum smølum vegi, har øll ansa eftir øllum. Tann, ið traðkar út um, er í vanda fyri at blíva happaður. Í bólkum við nógvum tolsemi er rúm fyri øllum og virðing óansæð evni, útsjónd, persónsmensku og leiklut.

Hvør, ið happar og verður happaður, fylgir ikki einum greiðum mynstri. Øll kunnu verða happað.

Av somu orsøk kann mann ikki peika eitt barn út og geva viðkomandi skyldina fyri happing. Tað er neyðugt at arbeiða við tolsemi og virðing í øllum barnafelagsskapinum.

Niðurstøðan er, at tað finnast ikki ónd børn, bara ónd mynstur.

Filmur: Nýt tríggjar minuttir at skilja hvussu happing fer fram. Trýst á myndina fyri at byrja filmin.

Tað er ikki alt, sum fær vreiði og máttloysi fram hjá børnum, sum er happing.

Fyri at vita nær og hvat mann sum vaksin skal gera, so er týdningarmikið at skilja millum arging, ósemjur og happing.

Arging
Arging er ikki í sær sjálvum happing.

Arging er vanliga tilvildarlig, meðan happing er reglulig. Arging heldur ofta uppat av sær sjálvum. Tað ger happing ikki. Børn og vaksin flest halda, at tað er stuttligt at arga, men tað er treytað av hvat argingin snýr seg um og um argingin er undirskilt av luttakandi pørtum.

Tað er okay at arga, men tað finst eitt mark, sum verður lýst í sjálvari støðuni.

Í Betri vinir tosa vit um ”at arga til stuttleikar” og ”at happa í álvara”.

Tá børn arga til stuttleikar, hava tey tað stuttligt og flenna. Tað er ein máti at hava positivt samband og ger, at tey koma tættari at hvørjum øðrum.

Um børn arga í álvara, gera tey onnur kedd og skumpa tey burtur.

Ósemjur

Ósemjur eru ein natúrligur partur av menningini hjá børnunum, og tær eru í øllum bólkum.

Ein ósemja snýr seg vanliga um ein tvídrátt um ting ella viðurskifti. Børn kunnu t.d. hava ein tvídrátt um at arga ella um hvør sleppur at spæla við súkkluna ella skipa fyri í onkrum spæli.

Støðan kann gerast spent og hava við sær klandur og bardagar, tí tað eru kenslur blandaðar uppí, men partarnir eru javnmettir, og tá ósemjan snýr seg um eitt ting, ber til at hjálpa teimum at finna eina loysn.

Tað avgerandi er, hvussu ósemjan verður loyst, og at øll børn, ið eru við í ósemjuni, koma út við varðveittari tign. Á hendan hátt kunnu børnini læra og mennast positivt av ósemjum.

Fyri at loysa eina ósemju skulu vaksin vera góð at lurta eftir børnunum og hjálpa teimum at seta orð á teirra kenslur.

Happing
Happing er ikki ein natúrligur partur av at vera saman við øðrum menniskjum.

Happing snýr seg um sambond, og eitt offur fyri happing kann ikki broyta sambond, tí viðkomandi er útihýstur frá felagsskapinum, og tí stendur viðkomandi uttan ávirkan, hóast hon ella hann ynskir at verða góðtikin.
Ósemjur kunnu verða til happing, um tær ikki verða loystar á skynsaman hátt, og um samgongur taka seg upp, sum beinleiðis fara eftir at útihýsa ella jagstra persónin, ið verður happaður. Vaksin kunnu eisini vera ein partur av hesi útihýsing ella jagstran.

Les meira um hvat happing er í øðrum greinum á hesi síðuni.

Besta amboðið ímóti happing og sosialari útihýsing er at stuðla børnum í tollyntum og positivum barnafelagsskapum.

Vaksin – foreldur, fakfólk og vaksin, sum í frítíðini arbeiða við børnum – hava avgerandi leiklut sum leiðvísarar og fyrimyndir, tá talan er um sosiala lívið hjá børnunum. Tey eru avgerandi í stríðnum at fyribyrgja happing.

Tað snýr seg um miðvíst at uppbyggja og stuðla samanhaldinum millum børn gjøgnum spøl, undirvísing, venjing og sosialt virksemi. Samstundis er tað týdningarmikið at stuðla teimum í at siga frá, tá onkur útihýsir og argar.

Betri vinir er námsfrøðiligt tilfar til børn, fakfólk og foreldur, sum arbeiða við at styrkja barnafelagsskapin í vøggustovum, dagrøkt, barnagarðum og skúlum – og sostatt fyribyrgja happing. Nágreiniliga arbeiðir Betri vinir við menningini av virðunum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi í barnabólkum.

Gransking vísir, at Betri vinir riggar.

Sum foreldur hava vit stóra ávirkan á trivnað hjá børnum – eisini hóast vit ikki eru til staðar kropsliga. 

Heima við døgurðaborðið eru vit jú við til at seta dám á lagið og mentanina í barnagarðinum og skúlanum. Tí er tað týdningarmikið, at foreldur taka samábyrgd og eru áhugað í øllum barnabólkinum og ikki bara okkara egnu børnum.

Soleiðis hjálpir tú at fyribyrgja happing

Um mann fylgir ráðunum hjá Betri vinir – og gjarna kjakast um tey í foreldrabólkinum – er mann væl á veg til at tryggja ein góðan barnafelagsskap, har rúm er fyri øllum børnum.

  1. Stuðla tínum barni at spæla við fleiri børn í vøggustovuni/dagrøktini. Tað gevur royndir at hava ymiskar spæliupplivingar við nógv ymisk børn. Samstundis ert tú við at tryggja, at øll børn í bólkinum hava spæliavtalur – og harvið eitt pláss í felagsskapinum.
  2. Tosa pent um hini børnini í vøggustovuni/dagrøktini og um teirra foreldur. Negativ orð um barnagarðsvinir ella skúlavinir hjá tínum børnum kunnu elva til agg ímóti ávísum børnum. Stuðla heldur tínum barni í at vera positivt og opið fyri øllum. Dugir tú t.d. nøvnini hjá vinunum? Siga tit ”hey” við øll børn og vaksin, tá tú fert við og eftir barninum hjá tær?
  3. Skipa fyri sosialum leiðreglum í samband við føðingardagar. Føðinardagar merkja nógv hjá børnum. Bæði sum føðingardagsbarn og sum gestur. Tað kemur illa við hjá barninum, ið ikki verður bjóðað við. Og tað kemur illa við hjá barninum, ið ongar gestir fær. Tosið um sosialar leiðreglur í samband við føðingardagar á komandi foreldrafundi.
  4. Eggja tínum barni at siga frá og at stuðla og verja vinir, ið ikki kunnu verja seg sjálvar. Børn, ið kenna seg uttanfyri barnabólkin, hava tørv á stuðli og innbjóðingum frá góðum vinum. Børn, sum eru góð at hjálpa, troysta og verja onnur, ”veksa” innaní – og uttaná!
  5. Ver opin og positivur, tá onnur foreldur tosa um trupulleikar hjá børnum teirra. Tað er viðkvæmt at reisa seg á einum foreldrafundi og siga, at títt barn ikki hevur tað gott í barnagarðinum ella skúlanum og hevur tørv á spæliavtalum og vinum. Tað er lættari, um hini foreldrini vilja lurta og eru opin.

VIT STUÐLA

Betri vinir