Bumsar

Spurningur:

Bumsurin

Góðan dagin– eg eri ein drongur sum altíð gangi við bumsum á høvdinum og rygginum. Eg havi  havt bumsar, síðani eg var 14 ella 13 ára gamal. Mín spurningur er, hvussu sleppi er av við teir… eg bæði drekki og royki. Hevur tað nakað við tað at gera?

Svar:

Góðan dagin “bumsurin”! Tín trupulleiki er, at tú í fleiri ár hevur verið plágaður av ringari húð, ella sum tú sjálvur kallar tað, bumsar. Tað er vanligt, at tannáringar hava ringa húð í longri ella styttri tíðarskeið. Tað er orsakað av broytingunum, sum henda við skiftinum millum at vera barn, ungur og vaksin. Tað er so nakað, sum tú ikki kanst gera nakað við. Tað er eisini ymiskt annað, sum er vert at hugsa um, og sum tú kanst gera nakað við: -Heilsugóður matur er gott fyri tína húð. -Gott reinføri er gott fyri tína húð.Tað eru nógv sløg av reinsievnum til júst tína húð. -Nóg mikið av svøvni og hvíld er gott fyri tína húð. -Tú sigur, at tú roykir og drekkur, og tað er ikki gott fyri tína húð.   Nú kanst tú sjálvur meta um, hvat tú møguliga vilt broyta fyri at royna at fáa betri húð.   Góða eydnu!

Vinarliga   TÚ & EG ráðgevingin

This entry was posted in . Bookmark the permalink.
×
Leita