Er mín besta vinkona ein góður vinur?

Spurningur:

eg gekk í 5.flokki og bleiv næstan hvønn dag happað av míni bestu vinkonu. Einaferð koyrdi hon meg og hina bestu vinkonuna í ein ring av børnum, hin vinkonan bleiv koyrd úr ringinum, og so bleiv eg happað av “H” til, vinkonan sum bleiv koyrd úr ringinum royndi at koma inn til mín fyri at hjálpa men hon slapp ikki.Men tann sum byrjar at happa meg sigur altíð at hon er kedd um tað aftaná og so fyrigevi eg henni tí eg taki synd í henni, men so næsta dagin byrjar hon aftur.Nú gangi eg í 6.flokki og hon ger tað enn, men hon er ikki líka ónd.Eg segði einaferð at eg orkaði ikki meir, men so var hon ekstremt frek við meg, so eg mátti vera besta vinkona við hana.Er hon ein røtt vinkona ella ikki?Hvat skal eg gera fyri at fáa hana at stoppa?

Svar:

Halló ” er mín besta vinkona ein góður vinur? “! Takk fyri brævið! Happing er nakað, ið ein ikki skal finna seg í – óansæð um tað er besta vinkonan ið happar ella onkur annar. Tín besta vinkona er tann, ið happaði teg í 5.flokki, og sum happar teg enn í 6.flokki. Tú sigur, at tú tekur synd í vinkonuni, tá ið hon er kedd um, at hon hevur happað teg. Óansæð um hon er kedd um tað aftaná, so skalt tú ikki finna teg í at vera illa viðfarin av tíni bestu vinkonu, ella av nøkrum øðrum. Og nei, tað ljóðar ikki sum at hon er ein góð vinkona, tá hon happar teg. Royn at hugsa um, hvat tú sjálv heldur – um tú heldur at hon er ein góð vinkona? Tú kanst royna at hugsa um, hví tú ert vinkona við hana, og um tær dámar at vera saman við henni? Tað ljóðar sum at tú kanska eisini er vinkona við hana, tí at tú følir teg noyddan til tað. Men tú ger sjálv av, um tú vilt vera vinkona við hana ella ikki. Eg vil eisini ráða tær til at siga við vinkonuna, at tú ikki góðtekur atburð hennara meir. Sig, at tú einans kann vera vinkona við hana, um hon hevur rættan atburð. Sig, at vinkonur eiga at styrkja og stuðla hvørja aðra og at vera góðar hvør við aðra. Man eigur at gleðast um sínar vinkonur, og at tíma væl at vera saman við teimum, og ikki at ræðast nær tær næstu ferð fara at gera einum ónáðir.   Tú kanst vísa henni hetta brævið. Góða eydnu!

Vinarliga TÙ & EG ráðgevingin

This entry was posted in . Bookmark the permalink.
×
Leita