Etingarólag

Spurningur
Hey tit. Síðan juli, byrjaði fólk at siga við meg, at eg havi tapt meg so mega nógv. Eg elskaði tað, at fólk søgdu tað við meg, sjálvt um eg ikki visti hví. Aftaná eina tíð, stegðaðu tey at siga at eg var blivin so kløn, og eg helt, at tað var tí eg hevði tikið uppá. Eg byrjaði so at eta minni, og minni, og trena meira og meira. Nú eti eg allarmest upptil 250 kaloriur um dagin. Eg treni 2-4 tímar um dagin. Eg skammist yvir tað, tí at eg veit at eg ikki eri \”feit\”, men alíkavæl, so føli eg at eg eri feit og noyðust at verða klænri og klænri. Eg havi nú eitt bmi uppá 14.9, og eg eri beingin fyri, at hetta aldrin fer at steðga. Eg havi roynt at fingið meg sjálvan at eta meiri, men um eg eti bara eina mariukeks, angri eg tað nakað so nógv aftaná, fari í panikk, og spýggji tað uppaftur. Eg eri beingin fyri, at eg havi fingið anorexia nervosa. Eg tori ikki at siga tað við mammu, tí hon er longu so bekymrað fyri meg við mínum sosiala angsti og depression, og eg vil ikki oyðileggja lívið hennara meiri við at siga at eg ikki fái etið, uttan at fara í panikk. Eg havi ongan annan at fara til at tosa við, og um eg sigi tað við mín psykolog, so siga tey tað viðari til foreldur míni. Hvat skal eg gera?????
Svar:
Hey tú.
Vit dáma øll at fáa rós, og eg skilji væl at tú elskaði at fáa rós. Tað skal tó ikki misskiljast við at verða nakað negativt, tá man so knappliga ikki far rós.
Tað er øgiliga vanligt at gentur  í tínum aldri blíva fokuseraðar á útsjónd og kropp. hartil vil eg siga at tú virkar sum ein gløgg genta, og at tað er ordiliga gott at tú er uppmerksom uppá at, týnir kost og treningsvanar ikki eru sunnir fyri teg. Tú hevur rætt í at, at tað sum tú skrivar her, líkist anoreksi. Tí er tað ordiliga gott at tú skrivar til okkum og biður um hjálp. So er tað ein góður møguleiki at etingarólagið ikki útviklar seg meira.
Tú skrivar at tú hevur sosialan angist og depressión. Tað er umráðandi at kroppurin fær tær kaloriur hann hevur tørv á. Tað er jú kroppurin sum stendur fyri øllum teimum lívshættisligu prosessinum, sum hjálpa okkum ígjøgnum dagligdagin: heilin hevur brúk fyri orku til at kunnu hugsa, vøddarnir skulu brúka orku, so vit kunnu ganga og t.d. trenað. Hjarta skal hava orku, so blóði kann pumpa ilt runt í kroppinum. Eisini, skal okkara hormonsystem brúka mat til at halda kroppin í balansu.
Tú skrivar at tú er bangin fyri at oyðileggja lívið hjá mammu tíni við at siga tað við hana. Nú kenni eg ikki mammu tína, men eg hugsi at hon verður allarmest glað um hon kann sleppa at hjálpa tær.
Tú skrivar eisini at tú gongur til sálarfrøðing, men torir ikki at siga tað við sálarfrøðingin, tí at so siga tey tað við mammu tína. Eg haldi at tú skal royna at siga tað við, antin tín sálarfrøðing ella mammu tína. Tey vilja tær bara tað besta, og tað er ringt hjá teimum at hjálpa tær um tey ikki vita hvat feilar.
men, um tú heldur at tað er ov nógv at siga tað við tey, kanst tú eisini royna at hugsa, um har er onkur annar vaksin, sum til dømis ein skúlasjúkrasystir sum hevði veri lættari hjá tær at sagt tað hart við fyri fyrstu ferð?
Tað mest umráðandi er, at tú er byrja at fortelja um tað tú hevur tað ringt við. Tað er heilt sikkurt tað fyrsta stigið til at fáa tað betur, so halt á við tíð.
Lat mammu tína hjálpa tær
Tú kanst eisini lesa meira í hesum svarinum http://www.barnabati.fo/bravkassin/etingarolag-2/
Alt tað besta,
Tu & Eg Ráðgevingin
This entry was posted in . Bookmark the permalink.
×
Leita