Genta

Spurningur:

Heey. Eg eri totalt forelska í einum drongi, sum báðar vinkonurnar hava fríggjað við, og nú er ganga vit saman og tað virkar bara sum hann er úti eftir sex og eg havi sagt við hann at eg eri for ung, men hann skilur tað bara ikki, hann er eisini 18 ár og tað virkar eisini sum um eg ikki eri forelska í honum longur, veit ikki um eg skal gera tað ferdut við hann hvat heldur tú? Hann vil bara hava sex og hvørja fer eg royni at snakka við hann og læra hann betur at kenna so vil hann fríggja hví vil hann tað? Hvat skal eg gera? Ætli at gera tað liðugt men ….veit ikki ordiliga.

Svar:

Takk fyri brævið. Tað er gott at tú ert so skilagóð, at tú heldur fast við at tú ert ov ung til sex. Hann er 18 ár og átti at vita, at tað er revsivert at hava sex við einum undir 15 ár. Á heimasíðuni hjá okkum www.eg.fo undir “eg og lívið” er ein slóð, ið eitur kynslív. Har kanst tú vísa honum, at hann als ikki hevur loyvi til at hava sex við tær. Tá hann bara vil fríggja og ikki tímir at tosa við teg, virkar tað ikki sum um hann er ordiliga áhugaður í tær. Hann hevur fríggjað við vinkonunum hjá tær, hvat siga tær um hann? Halda tær hann ein fittur sjeikur ella halda tær, líka sum tú? Út frá brævinum hjá tær, virkar tað ikki sum um tú tímir hann rættiliga. Hann setur krøv til tín, sum tú ikki heldur verða í lagi, og hann virðir ikki tíni mørk. Øll hava rætt til at verða vird, og tað er umráðandi, at tú heldur fast við tað sum tú heldur er rætt og skeivt. Eg haldi at tú skalt spyrja teg sjálva um hann er tann rætti fyri teg. Hava tit felags áhugamál, felags vinir ella nakað sum tit kunnu verða saman um? Um tað bara er sex hann vil hava, og hann ikki tímir at lurta eftir tær, haldi eg ikki hann ljóðar til at verða tann rætti fyri teg.

Vinarliga TÚ & EG ráðgevingin

This entry was posted in . Bookmark the permalink.
×
Leita