Hin forvitnað

Spurningur:

Hey tu/tit 😀 Allarfyrst vil eg gjarna takka tykkum so inniliga fyri eina heilt ótrúliga góða heimasíðu ´besta síðan eg nakrantíð havi sæð :D! Men nú til mín spurning : eg havi skriva fyrr inná á : TÚ &Eg-brævkassan. & tað var um forskellig seriøs problemir ´& tá søgdu tit at eg var vælkomin at ringja inn til ein ráðgevara ´men tað tori eg ikki. Eg eri bangin fyri hvat hann fer at siga ´kunnu tit fortelja mær eitt sindur um, hvat hann snakkar við meg um? Um tað er ein maður ella ein kvinna. Bara siga mær eitt sindur um tað, tá ið man ringir inn til ráðgevaran? Hopi at tit svara skjótt aftur 😀

Svar:

Góða ‘forvitna’. Takk fyri brævið. Vit eru glað fyri, at tær dámar heimasíðuna hjá okkum. Vónandi hevur tú kunnað brúkt svarini tú fekk, tá tú skrivaði inn. Tá vit biðja teg ringja inn til ráðgevingina, kann tað vera tí at vit hava mett, at tú kanska fær meira burturúr við at TOSA við ein ráðgeva. Um tú tosar í telefon við ein ráðgeva, kann tann ráðgevin nemliga spyrja ymiskt um tína støðu. Og meira vit vita um tína støðu, betri fáa vit hjálpt tær. Tí kann tað vera lættari hjá okkum at hjálpa tær, um tú ringir inn ístaðin. Eg haldi ikki tú skalt verða so bangin fyri at ringja. Tann ráðgevin tú fært í hornið, veit ikki hvør tú ert, og kann ikki finna út av tí, uttan so at tú sigur tað sjálv. Men tað nýtist tær ikki. Vit eru bæði kvinnur og menn, ið starvast á ráðgevingini, og vit hava øll eina útbúgving, ið ger at vit kunnu ráðgeva børnum og ungum. Vit arbeiða eisini á TÚ & EG ráðgevingini, tí vit hava áhuga fyri børnum og ungum, og tí vit halda at nógv tykkara hava brúk fyri at tosa við onkran vaksnan um ymisk viðurskifti, sum kanska eru ring at tosa við foreldrini um. Tað er ymiskt hvussu ein samrøða fer fram. Fyrst og fremst er ráðgevin har fyri at lurta eftir tær, og fyri at geva tær møguleika til at fortelja um tína støðu. Men tú kanst vænta, at ráðgevin spyr teg nakrar spurningar, fyri at fáa greiðu á, hvat tað er tú hevur brúk fyri hjálp til. Tú fortelur akkurát so nógv, sum tú hevur hug til. Ráðgevin roynir sjálvandi at svara tínum spurningum, um tú hevur nakrar. Hann kemur kanska eisini við onkrum uppskoti til hvat tú kanst gera. Men tað er ikki altíð at ráðgevin hevur loysnina uppá tín trupulleika. Samrøðan skuldi helst enda við, at ráðgevin saman við tær hevur funnið fram til, hvat tú kanst gera víðari, fyri at loysa trupulleikan hjá tær. Menn vit royna altíð at hjálpa tær víðari úr tíni støðu. Og vit hava góða tíð at lurta! Um tú ikki hevur hug at tosa við tann tú fær í hornið, kanst tú takka fyri og leggja á. Um tú ikki hevur hug at svara spurningum ið verða settir, kanst tú eisini siga tað. Ráðgevin kann so spyrja okkurt annað.

Vinarlig heilsan TÚ & EG ráðgevingin

This entry was posted in . Bookmark the permalink.
×
Leita