Hulk, snøft :'(

Spurningur:

eg havi nakrar vinkonur sum uppføra seg sum 6 ár gamlar, og hinar í flokkinum uppføra seg sum 16 ár gamlar, og tær í paralell flokkinum eru ikki mínar typur……hvat skal eg gera fyri at fáa eina vinkonu sum uppførir seg sum 12 ár gomul?????

Svar:

Halló ” Hulk, snøft :´( “! Takk fyri brævið! Tað eru óivað nógv á tínum aldri, ið kenna seg aftur í júst hesari støðu. Nøkur eru  ‘barnslig’, meðan onnur eru vorðin ‘vaksin’ alt ov skjótt. Tú sigur, at nakrar vinkonur uppføra seg, sum um tær eru 16 ár, og aðrar sum um tær eru 6 ár. Og tú saknar eina vinkonu, ið uppførir seg sum 12 ára gomul. Hvussu heldur tú, at ein 12 ára gomul genta eigur at uppføra seg? Tað kann nemliga gott vera sera ymiskt. Ístaðin fyri at tú hevur eina fasta ímynd av eini 12 ára gamlari gentu, haldi eg, at tú heldur skuldi roynt at góðtikið, at tit eru so ymiskar, hóast tit hava sama aldur. Tað at tit eru ymiskar nýtist ikki at vera ein forðing fyri, at tú framhaldandi kanst vera vinkona við tær vinkonurnar, ið tú longu hevur. Tú ert tú og tær eru tær. Tit hava møguliga okkurt, ið tykkum enn dáma at gera í felag – bæði tær barnagtigu og tær vaksnu og eisini tú, ið tykist at vera beint ímillum? Nógvar broytingar fara fram í tínum aldri. Summi broytast skjótari enn onnur. Tað, ið er týdningarmikið, er at tú góðtekur bæði teg sjálva og hini. Góða eydnu!

Vinarliga TÙ & EG ráðgevingin

This entry was posted in . Bookmark the permalink.
×
Leita