Kynsligur ágangur

Spurningur:

Hey, eg eri ein 17 ára gomul genta, sum fegin hevði vilja fingið nøkur ráð frá tykkum. Eg havi sum lítil og eldri verið úti fyri kynsligum ágangi. Eg bleiv misbrúkt sum bert 4-5 ára gomul. Og so aftur sum 16 ára gomul. Hetta hevur verið sera, sera ringt fyri mítt sjálvsálit. Eg havi faktiskt lítið og einki sjálvsálit. Sum yngri føldi eg meg altíð annarleiðis.. eg føldi meg altíð skitna, og hataði meg sjálva fyri tað. Eg vaks eisini upp við nógvari skomm, og eg føldi meg ofta illa tilpass. Eg eri nýstani sagt við míni foreldur, at eg havi verið misbrúkt sum barn, men tey tykast líkaglað. Um eg sigi við mammu mína, at eg eri illa tilpass tí eg fái \”flashbacks\” sigur hon \”kom víðari\” og at eg má læra at liva við tí. Tað passar, men tað er lættari sagt enn gjørt. Eg haldi at tad eg havi verið úti fyri er ræðuligt, og eg havi aldrin fingið stuðul. og nú sum eldri, føli eg at eg vil hava alla tí umsorganina, sum eg ikki fekk sum barn. Eg tordi ikki at siga frá, men vil viðmæla øðrum, sum eru blivin kynsliga mísbrúkt at siga frá. Eg føli at tað sum eg var úti fyri, hevur oyðilagt meg nógv. Og eg veit ikki hvussu eg kann fáa hjálp, tá ið míni foreldur ikki eingongd eru stuðlandi. Skal leggja afturat, at eg havi roynt at verið hjá sálarfrøðingi, men tað var ikki eg..

Góða Genta

Tað er sera sterkt av tær, at tú sjálv hevur tikið stig til at siga hetta við tíni foreldur og við okkum.
Fyrst vil eg líka leggja dent á, at talan er um eina ólógliga gerð, og hetta eigur at fráboðast til løgregluna ella avvarðandi barnavernd, uttan mun til hvussu long tíð er fráliðin.
Barnaverndartænastunar hava møguleika at veita tær stuðul, báði viðvíkjandi eini møguligari málsviðgerð, og til sálarfrøðingar.
KRIS er ein felagsskapur, ið veitir ráðgeving til persónar, ið hava verið útsett fyri kynsligum ágangi, men við at tú ert undir 18 ár, so er hetta ikki ein møguleiki, og tó… Um tú setur teg í samband við barnaverndina, so kann barnaverndin, saman við foreldrum tínum møguliga gera eina avtalu við tey handan KRIS, so tú kanst fáa hjálp og vegleiðing har.

Nú sigur tú at “tað var ikki eg” tá ið tú tosa um at ganga til sálarfrøðing.
Tá ið vit hava við okkara sálarligur heilsu at gera, so er tað ikki sum at fara til tannlækna og fáa eina tonn gjørda, og so er pínan liðug.
Slíkir tilburðir ið tú hevur uppliva, fylla uttan iva ómetaliga nógv hjá tær, og hetta er nakað tú má seta tíð av til at viðgera. Tað kann gott krevja nógvar vitjanir hjá sálarfrøðingi.

Eg vil ráða tær til at tosa við barnaverndina. Um tú ikki fær samla orku til hetta, ert tú vælkomin at ringja til okkum, so vilja vit fegin hjálpa tær at finna ein bata.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin

This entry was posted in . Bookmark the permalink.
×
Leita