:s

Spurningur:

Hey – Eg eri ein genta sum eri 12 ár. Og eg eri forelskað í mínum besta vini, sum býr í DK. Men hann er komin til eina bygd (Tími ikki at siga hvørja) at ganga í skúla í ca. 4 mánaðir. Nú skal hann avstað aftur skjótt:´)

Svar:

Góða :s Takk fyri títt bræv. Tú hevur ein besta vin sum býr í Danmark, sum tú ert forelskað í. Tað er deiligt at hava ein besta vin, men tað er kanska ikki so lætt, tá ið besti vinurin býr so langt burtur. Men, sum tú skrivar, so er hann í Føroyum í løtuni, og tað má verða deiligt hjá tykkum.  Tú ert kedd av, at hann skjótt fer avstað aftur, og tað skilji eg væl. Men so er tað umráðandi, at tit halda sambandið fyri at varðveita tað góða vinarlagið tit hava. Tað er so gott við góðum vinum.   Hvussu tit velja at halda sambandið við líka, tá ið hann fer til DK, mugu tit síðani finna útav. Nú veit eg ikki, hvussu tykkara samband er, men tað er nógv sum ber til. Tit kunnu skriva brøv, maila, smsa og msna. Og alt tað sum er skriva, er eisini nakað tú kanst lesa aftur og aftur um tú leingist. At ringja er kanska torført, tí tað kann gott gerast dýrt.   Vónandi fer tað eydnast tykkum at halda sambandið. Og kanska síggjast tit eisini aftur í onkrari feriu… hvør veit?

Vinarliga, TÚ & EG ráðgevingin

This entry was posted in . Bookmark the permalink.
×
Leita