Sminkir

Spurningur:

Nær halda tit at man er nóg gamal til at ganga við sminkum?

Svar:

Hey ‘sminkir’ Hatta er ein góður spurningur, sum ikki er so einfaldur at svara uppá. Um 14-15 ára aldur skuldi ein genta verið nóg gomul at smyrja seg, men tað er so ymiskt. Nógv byrja áðrenn, meðan onnur als ikki hava áhuga fyri tílíkum í hesum aldri. Húðin broytist nógv í hesum tíðarskeiðnum. Tí skal man hugsa um, hvat man ger við húðina – hvat man smyr á húðina, hvat man etur, hvussu nógvan svøvn man fær, um húðin fær luft osfr. Hetta er eisini ein spurningur sum er góður at tosa við foreldrini hjá tær um, tí tað eru nógv foreldur, sum als ikki vilja hava at døtranar smyrja seg áðrenn ein ávísan aldur. Vónandi kanst tú brúka svarið, men tú ert altíð vælkomin at skriva aftur ella at ringja til Tú og eg ráðgevingina á tlf. 80 70 10.

Vinarliga Tú og eg ráðgevingin

This entry was posted in . Bookmark the permalink.
×
Leita