Troytta

Spurningur:

Hey!Eg havi ikki sovið væl í 10 dagar, og onkuntíð slett ikki sovið. Eg havi sagt tað við mammu mína, men hon sigur einki til tað, og eg blívi so móð og orki einki. Eg fái skeld frá mammu, tí eg eri so dovin, tí eg eri móð. Hvat skal eg gera fyri at sova aftur?????????????

Svar:

Góða troytta! Tá eg lesi tín spurning, so hugsi eg um, hvat tað er, sum ger, at tú ikki fært sovið. Tað er ógvuliga ringt fyri fólk ikki at fáa neyðugan svøvn. Tað ávirkar bæði kropp og sál, at tú ikki fært nóg nógva hvíld. Heilin hevur eisini brúk fyri hvíld. Tí er tað neyðugt, at tú sum skjótast fært sovið aftur. Nú veit eg ikki, hví tú ikki fært sovið, men um tað er okkurt, sum ger teg kedda ella bangna, sum so aftur ávirkar tín svøvn, so er tað neyðugt fyri teg at tosa við onkran vaksnan um, hvussu tú hevur tað. Tað er tungt hjá tær, at mamma tín ikki hoyrir tað, sum tú roynir at fortelja henni. Um tað er okkurt, sum tú ikki fært tosað við mammu tína um, so kanst tú venda tær til tín flokslærara ella skúlaheilsusystrina, sum eiga at lurta eftir tær og hjálpa tær. Tú kanst eisini ringja til TÚ & Eg ráðgevingina, so tú kanst tosa við ein ráðgeva um, hvussu tú hevur tað. Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur til okkara.

Blíðar heilsur   TÚ & EG ráðgevingin

This entry was posted in . Bookmark the permalink.
×
Leita