Vit ynskja at stuðla fíggjarliga sperdum barnafamiljum við Jólahjálpini - føðingardagshjálp - og hjálp til frítíðarítriv.

Hvønn stuðul kunnu vit veita!

Føðingardagshjálp

Vit bjóða fíggjarliga sperdum barnafamiljum at søkja um føðingardagshjálp. Um umsóknin verður gingin á møtið, senda vit eitt gávukort til ein matvøruhandil, og eitt gávukort til ein handil, ið selur leikur.

Frítíðarítriv

Í 2015 var fyrstu ferð møguligt hjá fíggjarliga sperdum barnafamiljum at søkja um hjálp til frítíðarítriv hjá børnunum. Nógvar familjur vóru glaðar fyri hetta tilboð og útvið 100 børn hava runnið, dansa, verið á skótalegu o.a. saman við javnaldrum sínum. Tað er við stórari vælvild frá nógvum ítróttarfeløgum, skótum og øðrum at vit kunnu bjóða hetta. Vit ynskja at øll børn kunnu taka lut á jøvnum føti við sínum javnaldrum. Umsóknarblað finnur tú niðast á síðuni.

Jólahjálp

Jólahjálpin er til fyri at stuðla børn og ungum og familjum teirra um jólini. So hesi, hóast fíggjarliga trong kor, kunnu fáa eini góð og hugnalig jól.

UMSÓKNARBLØÐ

Umsóknarbløð oppnast í nýggjum vindeyga.

VIT STUÐLA FÍGGJARLIGA SPERDUM BARNAFAMILJUM