522011
Valmynd

ICDP 1. stig. Egnir Relatiónsførleikar

Málbólkur fyri skeiðið á heystið 2019:

Henda opna útbúgvingin er ætlað stuðlum og hjálparfólki. Kunngjørt verður seinni, nær skipa verður fyri skeiðum stíla øðrum fakbólkum. 

Útbúgvingin fevnir um

  • granskingargrundað ástøðir (serliga úr menningarsálarfrøði og positivari sálarfrøði), sum vísa á relatiónina sum grundarstein undir læring, menning og trivnaði 
  • greining og grundan um, hvussu tín refleksiva sjálvtilvitan og sensitivitetur mennast í samanspælinum við onnur  

Útbúgvingardagar
Undirvíst verður í bólkum við í mesta lagi 18 luttakarum. Tað verða seks undirvísingardagar, býttir út á hálvt ár. Undirvísingin fevnir eisini um ymiskt verksetingarvirksemi og videobrot.
Norðurlandahúsið, allar dagar kl. 9.00 – 15.15.

1. dagur Innleiðsla í ICDP (Týsdagin 10. september)
2. dagur Resursuorienterað kollegialt feedback (Týsdagin 24. september)
3. dagur Tann kensluliga samrøðan (Týsdagin 22. oktober)
4. dagur Tann meiningarskapandi samrøðan (Hósdagin 7. november)
5. dagur Tann leiðbeinandi samrøðan (Týsdagin 26. november)
6. dagur Professionellur relatiónsførleiki (Týsdagin 10. desember) 

Tín úrtøka
Við hesi góðkendu útbúgvingini verður miðað eftir at menna tínar professionellu relatiónsførleikar, so tú fært: 

  • betri førleikar at eygleiða, lýsa og greina samanspæl
  • betri teoretiska fatan av tí relatións- og resursuorienteraða arbeiðinum
  • størri tilvitan og sensitivitet við atliti at samanspæli við borgarar og starvsfelagar

Undirvísararnir eru góðkendir undirvísarar úr venjaratoyminum hjá Dansk Center for ICDP.

Kostnaður: kr. 8.700,- fyri hvønn luttakara.
Við í prísinum er døgurði, bók, undirvísingartilfar og atgongd í hálvt ár, frá tí at útbúgvingin er lokin, til KursusAppén Relatuz, sum savnar videobrot, notur og venjingar.  

Undirvísingartilfar
Bókin “Professionel Relationskompetence”, Anne Linder 2016, Dafolo, er við í skeiðskostnaðinum.

Rým til YouTube