Hví?

Spurningur: Hví skulu dreingir skifta damu. Hví ikki bara hava eina sum eg dámi. Svar: Takk fyri brævið. Hatta er ein góður spurningur. Vit halda ikki, at dreingir bara skulu skifta damu. Um man hevur eina damu, sum man dámar, og hevur tað gott saman við, so skal man sjálvandi vera verandi saman við henni. Vinarliga
-> Continue reading Hví?

Bumsar

Spurningur: Bumsurin Góðan dagin– eg eri ein drongur sum altíð gangi við bumsum á høvdinum og rygginum. Eg havi  havt bumsar, síðani eg var 14 ella 13 ára gamal. Mín spurningur er, hvussu sleppi er av við teir… eg bæði drekki og royki. Hevur tað nakað við tað at gera? Svar: Góðan dagin “bumsurin”! Tín
-> Continue reading Bumsar

Transseksuellur

Hey. Eg havi nú leingi verði kedd yvir at vera fødd genta, og eg brúki ein bindara tí at eg havi stór bróst… Hvussu kann eg siga við familju mína at eg eri trans? Tað hastar eitt sindur…   Hey og takk fyri brævið! Tað má vera trupult at ganga við slíkum kenslum og tankum
-> Continue reading Transseksuellur

:(

Hey, eg havi eitt problem ið byrjar at ávirka meg. Eg havi ein lítla “penis” sum er 10 cm stívur. Eg tori slett ikki í felagsbrúsu ella nakað har fólk kunnu síggja mítt undir lív. Tað ger eisini at eg byrji at ræðast konufólk. Haldi ikki at alt er rætt við vøkstri í mínum undir
-> Continue reading 🙁

MaxDudé

Hvat hendir um man stjelur sum barn í einum handli ?   Hey og takk fyri tín spurning! Tú greiðir ikki frá, hvat tú sipar til, men eg skal royna at svara so gott, sum eg kann. Eg rokni við, at tú meinar við, hvat hendir, tá ein verður avdúkaður fyri at stjala í einum
-> Continue reading MaxDudé

Anon

Hey! Eg skal vera pápi (skjótt), men eg veit at tað er ein møguleiki fyri at eg ikki eri tann biologiski pápin at barninum. Fyri at sleppa av við mín iva, havi eg hugsa nógv um at taka eina “faðirskaps-test” Kunnu tit forklára eitt sindur um hvussu man kann gera tað? skal man spyrja lækna
-> Continue reading Anon

Tann óttafulli og stúrni

Hey brævkassin. Eg eri ein 17 ára gamal drongur, og eg havi ein persónligan trupulleika, sum eg eri byrjaður at hugsa um, og sum eg havi gingið og hugsa um 1-2 tey seinastu árini. Eg var ca. 12 ára gamal, tá eg byrjaði at onanera. Eg var ikki ordiliga sikkur, hvat hetta var í byrjanini,
-> Continue reading Tann óttafulli og stúrni

Tað ónda

Hey nú er tað so eg eri ein 21 ára gamal drongur, og fyri at kunna koma til mín spurning so má eg líka fortelja mína søgu. Tað byrjaði í skúlanum eg bleiv nógv happaður í gjøgnum mína skúla gongt og hevði tað ikki gott við mær sjálvun, eg kláraði millun annað ikki at lesa og
-> Continue reading Tað ónda

×
Leita