Hvat er happing ikki?

Tað er ikki alt, sum fær vreiði og máttloysi fram hjá børnum, sum er happing.

Fyri at vita nær og hvat mann sum vaksin skal gera, so er týdningarmikið at skilja millum arging, ósemjur og happing.

Arging
Arging er ikki í sær sjálvum happing.

Arging er vanliga tilvildarlig, meðan happing er reglulig. Arging heldur ofta uppat av sær sjálvum. Tað ger happing ikki. Børn og vaksin flest halda, at tað er stuttligt at arga, men tað er treytað av hvat argingin snýr seg um og um argingin er undirskilt av luttakandi pørtum.

Tað er okay at arga, men tað finst eitt mark, sum verður lýst í sjálvari støðuni.

Í Betri vinir tosa vit um ”at arga til stuttleikar” og ”at happa í álvara”.

Tá børn arga til stuttleikar, hava tey tað stuttligt og flenna. Tað er ein máti at hava positivt samband og ger, at tey koma tættari at hvørjum øðrum.

Um børn arga í álvara, gera tey onnur kedd og skumpa tey burtur.

Ósemjur

Ósemjur eru ein natúrligur partur av menningini hjá børnunum, og tær eru í øllum bólkum.

Ein ósemja snýr seg vanliga um ein tvídrátt um ting ella viðurskifti. Børn kunnu t.d. hava ein tvídrátt um at arga ella um hvør sleppur at spæla við súkkluna ella skipa fyri í onkrum spæli.

Støðan kann gerast spent og hava við sær klandur og bardagar, tí tað eru kenslur blandaðar uppí, men partarnir eru javnmettir, og tá ósemjan snýr seg um eitt ting, ber til at hjálpa teimum at finna eina loysn.

Tað avgerandi er, hvussu ósemjan verður loyst, og at øll børn, ið eru við í ósemjuni, koma út við varðveittari tign. Á hendan hátt kunnu børnini læra og mennast positivt av ósemjum.

Fyri at loysa eina ósemju skulu vaksin vera góð at lurta eftir børnunum og hjálpa teimum at seta orð á teirra kenslur.

Happing
Happing er ikki ein natúrligur partur av at vera saman við øðrum menniskjum.

Happing snýr seg um sambond, og eitt offur fyri happing kann ikki broyta sambond, tí viðkomandi er útihýstur frá felagsskapinum, og tí stendur viðkomandi uttan ávirkan, hóast hon ella hann ynskir at verða góðtikin.
Ósemjur kunnu verða til happing, um tær ikki verða loystar á skynsaman hátt, og um samgongur taka seg upp, sum beinleiðis fara eftir at útihýsa ella jagstra persónin, ið verður happaður. Vaksin kunnu eisini vera ein partur av hesi útihýsing ella jagstran.

Les meira um hvat happing er í øðrum greinum á hesi síðuni.

This entry was posted in . Bookmark the permalink.