Ein nýggj fatan av happing

Nógv skilja happing út frá tí, tey síggja. Sum nakað, ið fer fram millum ein happara og eitt offur. Ofta verður eisini hildið, at happing kemur av onkrum í persónsmenskuni ella uppvøkstrinum hjá tí happaða ella happaranum.

Granskingin seinastu árini hevur havt við sær eina nýggja sjón á happing. Nú vita vit, at skyldin ikki liggur hjá ávísum børnum, men í mentanini hjá felagsskapunum, sum børnini eru ein partur av.

Tað kanst tú lesa meira um her.

Happing er eitt tekin um ótryggleika
Vit menniskju hava tørv á hvørjum øðrum. Sosialir samanhangir eru við til at skapa okkum og geva okkum okkara samleika, og tí kann útihýsing niðurbróta eitt menniskja.

Happing hongur saman við okkara tørvi at vera partur av einum felagsskapi. Um vit eru í iva um, hvar vit hoyra til, kann tað kennast ótespiligt, tí okkara lívsgrundarlag verður hótt.

Í heiminum hjá børnum kann kenslan av at hoyra til koma undir trýst, um ikki botnur er lagdur undir ein góðan felagsskap í bólkinum, sum børnini eru í, ella um tann verandi sosiala støðan verður hótt. Tað kann til dømis vera, at lærarin verður skiftur út ella nýggir klassar verða gjørdir.

Ein máti at minka um ótryggleikan er at skapa ein annan felagsskap, ein nýggjan felagsskap, har felagsskapurin er samansettur av at halda hini uttanfyri.

Happing er við øðrum orðum eitt tekin – ein ótilvitaður atburður – fyri sjálvur at sleppa undan at standa einsamallur.

Tolsemið er avgerandi
Í ótryggum barnafelagsskapum er tolsemið ikki nóg gott.

Í myndatalu kann mann siga, at børnini eru á einum smølum vegi, har øll ansa eftir øllum. Tann, ið traðkar út um, er í vanda fyri at blíva happaður. Í bólkum við nógvum tolsemi er rúm fyri øllum og virðing óansæð evni, útsjónd, persónsmensku og leiklut.

Hvør, ið happar og verður happaður, fylgir ikki einum greiðum mynstri. Øll kunnu verða happað.

Av somu orsøk kann mann ikki peika eitt barn út og geva viðkomandi skyldina fyri happing. Tað er neyðugt at arbeiða við tolsemi og virðing í øllum barnafelagsskapinum.

Niðurstøðan er, at tað finnast ikki ónd børn, bara ónd mynstur.

Filmur: Nýt tríggjar minuttir at skilja hvussu happing fer fram. Trýst á myndina fyri at byrja filmin.

This entry was posted in . Bookmark the permalink.