Tú & Títt barn – Fimm ráð til foreldur

Sum foreldur hava vit stóra ávirkan á trivnað hjá børnum – eisini hóast vit ikki eru til staðar kropsliga. 

Heima við døgurðaborðið eru vit jú við til at seta dám á lagið og mentanina í barnagarðinum og skúlanum. Tí er tað týdningarmikið, at foreldur taka samábyrgd og eru áhugað í øllum barnabólkinum og ikki bara okkara egnu børnum.

Soleiðis hjálpir tú at fyribyrgja happing

Um mann fylgir ráðunum hjá Betri vinir – og gjarna kjakast um tey í foreldrabólkinum – er mann væl á veg til at tryggja ein góðan barnafelagsskap, har rúm er fyri øllum børnum.

  1. Stuðla tínum barni at spæla við fleiri børn í vøggustovuni/dagrøktini. Tað gevur royndir at hava ymiskar spæliupplivingar við nógv ymisk børn. Samstundis ert tú við at tryggja, at øll børn í bólkinum hava spæliavtalur – og harvið eitt pláss í felagsskapinum.
  2. Tosa pent um hini børnini í vøggustovuni/dagrøktini og um teirra foreldur. Negativ orð um barnagarðsvinir ella skúlavinir hjá tínum børnum kunnu elva til agg ímóti ávísum børnum. Stuðla heldur tínum barni í at vera positivt og opið fyri øllum. Dugir tú t.d. nøvnini hjá vinunum? Siga tit ”hey” við øll børn og vaksin, tá tú fert við og eftir barninum hjá tær?
  3. Tak væl ímóti nýggjum børnum. Vit menniskju hava tørv á hvørjum øðrum. Sosialir samanhangir eru við til at skapa okkum og geva okkum okkara samleika, og tí kann útihýsing niðurbróta eitt menniskja. Í heiminum hjá børnum kann kenslan av at hoyra til koma undir trýst, um ikki botnur er lagdur undir ein góðan felagsskap, ella um tann verandi sosiala støðan verður hótt.
  4. Eggja tínum barni at siga frá og at stuðla og verja vinir, ið ikki kunnu verja seg sjálvar. Børn, ið kenna seg uttanfyri barnabólkin, hava tørv á stuðli og innbjóðingum frá góðum vinum. Børn, sum eru góð at hjálpa, troysta og verja onnur, ”veksa” innaní – og uttaná!
  5. Ver opin og positivur, tá onnur foreldur tosa um trupulleikar hjá børnum teirra. Tað er viðkvæmt at reisa seg á einum foreldrafundi og siga, at títt barn ikki hevur tað gott í barnagarðinum ella skúlanum og hevur tørv á spæliavtalum og vinum. Tað er lættari, um hini foreldrini vilja lurta og eru opin.

Eykaráð

Vís áhuga fyri digitala lívinum hjá barni tínum. Børn duga at fáast við miðlar, men tey skilji tað ikki altíð. Tí hava tey tørv á stuðli frá vaksnum. Spæl við, ver forvitin og forklára, at man eisini skal vísa umsorgan í digitala heiminum.