Barnabati fingið stuðul til verkætlan móti happing

Barnabati og Betri P/F hava undirskrivað høvuðsstuðulsavtalu. Avtalan fevnir um verkætlanina Betri vinir, ið er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Tilfarið er ætlað 3-6 ára gomlum børnum, fakfólki og foreldrum, og er samansett av námsfrøðiligum amboðum, sum gera tað lættari at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing.

 

Tað er tíverri ein sannroynd, at nógv føroysk børn uppliva happing.  Í 2015 framdi Mentamálaráðið eina stóra kanning av happing millum fólkaskúlanæmingar, sum staðfestir, at umleið 13% av spurdu næmingunum verða happaðir. Tí fegnast partarnir um avtaluna, sum merkir, at Barnabati nú kann fara til verka við higartil størstu føroysku verkætlanini at basa happing.

 

“Vit eru sera fegin um stuðulsavtaluna. Hetta merkir, at vit nú kunnu fara í holt við kostnaðarmikla arbeiðið at føroyska og framleiða alt tilfarið í verkætlanini. Barnabati fer tískil í heyst at kunna bjóða øllum føroyskum dagstovnum eitt gott og væl roynt amboð til fyribyrgjandi arbeiðið móti happing.” sigur Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari hjá Barnabata.

 

Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Betri P/F fegnast eisini um avtaluna. “Fyri Betri er tað ein heiður, at sleppa at viðvirka til at tryggja føroyskum børnum betri barnaár, saman við Barnabata. Vit meta, at júst hendan verkætlanin er ein týðandi liður í hesum arbeiði, og hetta samsvarar eisini væl við okkara ynski um at stuðla samfelagsgagnligum átøkum í Føroyum.”

Barnabati stendur fyri verkætlanini, í samstarvi við Mary Fonden og Red Barnet. Krúnprinsessan Mary hevur tikið stig til at fáa ’Better Buddies’ átakið til Danmarkar úr heimlandi sínum. Hesa verkætlan kenna flest fólk sum ’Fri for Mobberi’. Í ár hevur tað eydnast Barnabata at fáa neyðugu fíggingina til at føroyska hesa verkætlan undir heitinum Betri vinir.

Barnabati vil við hesum takka okkara stuðulsveitarum, sum eru Betri P/F, Mentamálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Til ber at lesa meira um Betri vinir á heimasíðuni www.barnabati.fo/betrivinir

This entry was posted in . Bookmark the permalink.