Børn hjálpa børnum

Barnabati fer í heyst undir ráðgeving, har Børn hjálpa børnum

3. oktober 2016

Børn hjálpa børnum er ein brævkassi, har børn skriva inn við spurningum, og børn svara spurningunum. Spurningarnir, sum koma inn, verða fyrst lisnir av ráðgevum; eru viðurskifti í spurningunum, sum eiga at verða anonymiserað, so verður tað gjørt, so eingin kennir tann aftur, sum skrivar inn; síðan verður spurningurin lagdur út á heimasíðuna, og so kunnu børn svara. Svarini verða øll lisin ígjøgnum av vaksnum og góðkend, soleiðis at alt fer fram í einum virðiligum og siðiligum tóna.
– Hetta er ein sera góð tænasta og eisini virðismikil lærdómur hjá okkum vaksnu, ikki minst hjá serfrøðingunum, ið manna Tú og eg-ráðgevingina. Vit síggja fyri okkum, at hetta verður ein brævkassi, ið serliga talar til teirra millum 12 og 17 ár, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.

Tað verða ráðgevarnir í Tú og eg-ráðgevingini, ið fara at sálda í spurningunum, ið koma inn, og somuleiðis svarunum; av tí sama er eingin vandi fyri, at brævkassin kann verða misbrúktur.

Barnabati arbeiðir saman við Børns Vilkår í sambandi við Børn hjálpa børnum.
– Fígging skal til fyri at seta hetta í verk, og tí arbeiða vit við at fáa upp á pláss, sigur Djóni Eidesgaard.

Mynd: Ólavur Frederiksen

This entry was posted in . Bookmark the permalink.