Byrjanarskeið

Í Betri vinir kuffertinum er fakbókin og vegleiðing á DVD.
Í fakbókini eru 15 kapittlar, har tit m.a. kunnu lesa um: ástøði, uppgávuna hjá starvsfólkum, børn við serligum tørvi og hvørjar fellur tú sum vaksin, ið dagliga starvast við børnum, skal verða tilvitaður um, fyri at styrkja barnafelagsskapin.

Saman við Betri vinir kuffertinum fylgir eitt skyldbundi skeið. Vit viðmæla at øll starvsfólk sleppa á skeið. Eftir nærri avtalu kann ein Betri vinir – Fri for Mobberi skeiðshaldari koma út til tykkum.

Møguleiki er eisini at umboð sleppa á skeið, sum Barnabati skipar fyri.
Fyrsta Betri vinir – Fri for Mobberi felaggskeið er tann 7. mai í Norðurlandahúsðinum.

Um tit ynskja at hoyra nærri, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Rúnu Ingunardóttir á runa@barnabati.fo ella 532011.

Barnabati, Maryfonden og Red Barnet standa fyri verkætlanini.

Høvuðsstuðul: Betri
Stuðlar: Mentamálaráðið og Føroya Pedagogfelag

This entry was posted in . Bookmark the permalink.