Jólahjálpin 2016 av bakkastokki

screen-shot-2016-11-03-at-07-24-40

Aftur í ár fara vit undir átakið Í Menniskjum Góður Tokki, har vit saman við nógvum góðum kreftum samla pening inn til fíggjarliga sperdar barnafamiljur í Føroyum.

Í ár hava vit endurprenta jólakalendarin Jólaoyggin frá 1988, ið Óli P hevur teknað. Sølan byrjar beint eftir Barnarættindadagin 20. november. Mong minnast kanska sjónvarpsrøðuna um Jóla oyggina, ið var í Sjónvarp Føroya, har vit millum annað sóu Nykin og seyðatjóvarnir.

Vit vóna at undirtøkan verður minst líka góð eins og undanfarnu ár. Enn er eingin ivi um, at vit hava nógv børn, ið liva undir fátækramarkinum. 

Hóast góð átøk eru sett í verk, fyri at bøta um fíggjarviðurskiftini hjá barnafamiljum, vita vit ikki um hesi hava minka munandi um barnafátækadømi í Føroyum.

Vit gleða okkum til gott samstarv, góðan stuðul, og vóna at vit saman kunnu gera okkara besta fyri at øll børn í Føroyum fáa eini góð og hugnalig jól. 

Um tú vilt hjálpa okkum at selja jólakalendarin, ert tú hjartaliga vælkomin at skriva til okkum á takk@barnabati.fo

Vegna Í Menniskjum Góður Tokki
Barnabati

This entry was posted in . Bookmark the permalink.