Jólahjálp – Innsavning og útlutan

Í samband við átakið Jólahjálp hjá Barnabata, so roynir Barnabati eftir besta førimuni at savna so mikið av peningi, at barnafamiljur í fíggjarligum trongum korum fáa eina hjálpandi hond nú  jólini stunda til.

Barnabati strembar eftir, at hvør familja fær 1000 krónur pluss 500,- fyri hvørt barn í aldrinum 14 til 17 ár, og 300,- fyri hvørt barn, ið er 0 til 13 ár.
Útrokningin byggir á frymilin, ið Hagstova Føroyar brúkar, tá ið man roknar seg fram til fátækraváðamarkið.

Roknidømi
Tá javnvirðisinntøkan verður roknað, verða persónarnir í húskinum vigaðir ymiskt. Tann fyrsti vaksni telur 1, næsti vaksni telur 0,5 og børn undir 14 ár telja 0,3.
Dømi: Vit hava tvey húski, har annað er ein stakur persónur uttan børn, við eini tøkari inntøku á 200.000 krónur, og hitt eitt húski við tveimum vaksnum við tveimum børnum og eini tøkari inntøku upp á 420.000 kr. Tann staki hevur eina javnvirðisinntøku upp á 200.000 kr. Í seinna húskinum skal inntøkan vigast: 1 fyri fyrsta vaksna, 0,5 fyri næsta og 0,3 fyri hvørt barnið. Samlaða inntøkan hjá hesum húskinum skal so býtast við 2,1 (1+0,5+0,3+0,3) fyri at fáa javnvirðisinntøkuna hjá hvørjum persóni. Í hesum døminum verður javnvirðisinntøkan hjá seinna húskinum 420.000 kr. býttar við 2,1. Tað gevur eisini 200.000 kr. Sostatt eru persónarnir í báðum húskjunum í somu støðu og hava somu nýtslumøguleikar – hjá øllum er javnvirðisinntøkan 200.000 kr.

Markið fyri fátækraváða
Fyri 2015 er markið fyri, nær ein er í fátækraváða, ein roknað javnvirðisinntøka á 133.400,8 kr. Tað vil siga, at:
• Ein stakur, sum hevur eina húskisvekt á 1, skal hava eina tøka inntøku á 133.400,8 kr. fyri ikki at fella undir markið;
• Eitt húski við einum støkum við einum barni hava eina tøka inntøku á 133.400,8*1,3 = 173.421 kr. fyri ikki at fella undir markið fyri fátækraváða, og
• Eitt húski við tveimum vaksnum og 3 børnum skal hava eina tøka inntøku á 133.400,8*2,4= 320.162 kr. osfr.

Kelda: Hagstova Føroya

Upphæddin á framsíðuni hjá Barnabata verður dagført einaferð um dagin. Upphæddin vísir
allan stuðul í tíðarskeiðnum november og desember 2017.

This entry was posted in . Bookmark the permalink.