Nú kunnu børn og ung ringja 116 111

Á altjóða barnarættindadegnum 20. november fær Tú & Eg Ráðgevingin hjá Barnabata nýtt telefonnummar, 116 111. Sama nummar sum flest børn í øllum Europa kunnu ringja til, tá ið tey hava tørv á onkrum at tosa við.

Hetta er í samstarv við Føroya Tele, ið hevur ment hesa skipan fyri Barnabata. 116 111 er eitt nummar, ið er lætt at minnast og kostar einki at ringja til.

Tað er Europeiska kommisiónin, ein stovnur undir ES, ið hevur tikið stig til at eyðmerkja hetta telefonnummari til barna og ungdómsráðgevingar í øllum Europa.

Umframt Føroya Tele, so hevur systirfelagsskapurin hjá Barnabata, Børns Vilkår og altjóða felagsskapurin ChildHelpLine International, hjálpt til í tilgongdini.

Tað sum er sermerkt við 116 111 nummarinum í Føroyum er, at um ein er staddur í útlandinum, so ber enn til at ringja til 116 111 í Føroyum, uttan kostnað ella landakotu frammanfyri, so leingi ein ringir frá einum Føroyskum telefonnummari.

This entry was posted in . Bookmark the permalink.