Við okkum kanst tú:

Tosa um stórt sæð alt. Tú avgerð hvat vit tosa um, og alt er bert millum teg og ráðgevan. Áðrenn tú byrjar at kjatta, skriva bræv ella ringja til okkum, kann tað verða eitt gott hugskot at hyggja í brævkassan. Kanska tú finnur eitt bræv sum minnir um tað tú vilt tosa ella spyrja um. Ráðgevingsnummari 116 111 kostar einki at ringja til