Hvat merkir anonymt?
Tá ið tú ringir ella skrivar til Tú & Eg Ráðgevingina kunnu vit ikki síggja hvør tú ert.
Tær nýtist ikki at fortelja okkum títt navn, og ráðgevarnir siga heldur ikki sítt navn.
Tað sæst ikki á telefonrokningini.
Um tú hevur ringt til okkum á 116 111, so sæst hetta ikki á telefonrokningini. Tað merkir, at tíni foreldur ikki kunnu síggja at tú hevur ringt til okkum.
Men minst til, at telefonin allarhelst vísur hvørji nummur tú hevur ringt, so minst til at sletta hetta, um tú ikki ynskir at nakar skal síggja hvønn tú hevur ringt til.
Ráðgevarnir hava tagnarskyldu.
Hetta merkir, at teir ikki mugu fortelja tað, sum tú fortelur teimum, til nakran uttan fyri Tú & Eg Ráðgevingina.
Ráðgevarnir hava fráboðanarskyldu.
Hetta merkir, at um tú fortelur okkurt, sum ørkymlar ráðgevarnir (um tú eitt nú verður útsett/ur fyri harðskapi, hevur sjálvmorðstankar, ella um tíni foreldur ikki kunnu passa gott nokk uppá teg, tí tey drekka ov nógv) so SKULU ráðgevarnir siga tað við myndugleikarnir.
Øll vaksin í Føroyum hava skyldu at hjálpa børnum, ið verða svíkt ella eru í vanda.
Ráðgevarnir kunnu sjálvandi bert boða myndugleikunum frá, um teir vita hvør tú ert. Tú avgerð sjálv/ur um tú ynskir at fortelja hvør tú ert.
Tú kanst velja at fortelja hvør tú ert. (ikki verða anonymur)
Tú & Eg Ráðgevingin hjálpir mongum børnum, sum ikki hava tað gott heima. Av og á kann tað gerast neyðugt at ein má siga hvør ein er, um vit skulu hava ein møguleika at hjálpa.
Tað vil siga, at tú kanst velja at fortelja hvør tú ert. Sostatt kunnu vit fortelja fyri kommununi ella løgregluni, at tú hevur brúk fyri hjálp. So skal kommunan ella løgreglan hjálpa tær.