Áheitan til tey, sum hava søkt um jólahjálp frá Barnabata 2020.

7. des. 2020

Tá ið Jólahjálpin byrjaði 2. og 3. desember var trýst á skipanini. Hetta kann hava ført við sær, at umsøkjarar ikki hava fingið avgreitt sína umsókn til fulnar.
Tí heitir Barnabati á tey, sum hava søkt um Jólahjálp frá Barnabata, at senda ein teldupost til barnabati@barnabati.fo, har tey upplýsa navn, og skriva Jólahjálp 2020.
Sostatt fáa vit tryggjað okkum, at allir umsøkjarar eru við.

Vinaliga
Barnabati