Search
Close this search box.

Alkohol

Drekkur mamma ella babba? Eru trupulleikar við alkoholi í tíni familju?

Her á síðuni kanst tú fáa góð ráð og lesa um hvørji rættindi øll børn hava. Tú kanst eisini lesa um børn, ið hava trupulleikar við alkoholi í familjuni

Alkohol í familjuni – Góð ráð

Kanska tú følir teg illa og vilt hjálpa foreldrunum, men royn og minst til, at tú ert barnið og foreldrini tey vaksnu.

Tú kanst eitt nú siga:
“Tú drekkur ov illa, og eg kenni meg ótryggan og keddan. Eg vil fegin, at tú fært hjálp til at gevast”
“Tú ert tann vaksni, eg vil ikki hava ábyrgdina av tær. Fá tær hjálp”

Tú skalt ikki ansa eftir tínum foreldrum, tey skulu ansa eftir tær!

Tosa við onkran vaksnan, ið tú følir teg tryggjan við
Tú kanst eitt nú siga:
“Eg havi brúk fyri at tosa við teg. Mamma/babba drekkur ov illa, og eg havi tað ikki gott við tí. Kanst tú hjálpa mær at finna útav, hvussu mín familja kann fáa hjálp?”.

Er tað ov torført hjá tær at siga frá, kanst tú skriva eitt bræv.
Kanska tú hevur onkran fittan lærara ella námsfrøðing, sum tú kanst tosa við? Tey hava eina skyldu til at hjálpa tær.

Her kanst tú fáa hjálp, um tær tørvar onkran at tosa við:
Blái Krossur kann ráðgeva børnum, sum vaksa upp í familjum við alkoholtrupulleikum.
Tað er ikki tín ábyrgd at fáa tey at gevast at drekka. Um annað av foreldrunum hevur alkoholtrupulleikar, skulu tey hava hjálp frá serkønum fólkum. Fleiri megna at gevast at drekka, um tey fáa ta røttu hjálpina

Minst til: at tað er IKKI tín skyld.
“Tað er ikki mín skyld, at míni foreldur drekka. Tað er teirra ábyrgd, tey eru tey vaksnu”.

Nógv børn halda, at tað er teirra skyld, um foreldrini gerast óð ella kedd, tá ið tey hava drukkið ov nógv. Men barnið hevur aldrin skyldina. Minst til tað!

Alkohol í familjuni Tíni rættindi
Tá ið tú sum barn býrt saman við foreldrum, ið hava alkoholtrupulleikar, so hevur tú rætt til at fáa hjálp. Tú hevur rætt til umsorgan, verju og at verða ansað av tínum foreldrum. Men tað kann vera trupult hjá foreldrunum, um tey ofta eru full. Tá er vandi fyri tínari menning og heilsu, og tá skal kommunan hjálpa bæði tær og tíni familju.

Øll, ið hava alkoholtrupulleikar, hava rætt til at fáa hjálp til at gevast at drekka og fáa ta røttu viðgerðina. Tá ið tú hevur gjørt vart við trupulleikan, og til tú fært hjálp, skulu ikki ganga meira enn 14 dagar, áðrenn viðgerð verður veitt. Viðgerðin er ókeypis, og øll eru dulnenvd. Tað týdningarmesta er at fáa hjálp.

Kommunan skal hjálpa mammu ella pápa tínum at fáa hjálp og viðgerð.

Kyn