Angist ella ótti

Stúrir tú, ert tú bangin, og stríðist tú við angist?
Her fært tú nøkur góð ráð um, hvat tú kanst gera. Tú kanst gera tær eina ætlan fyri, hvussu tú finnur ró, lesa brøv, sum børn hava skrivað á heimasíðuni hjá Barnabata, ella kanst tú royna leiðbeiningina um kenslur her 

Fimm góð ráð 

1. Fortel tínar tankar fyri onkrum, tú lítur á
Tað er umráðandi, at tú tosar við onkran, tú kennir, um tú ert stúrin og bangin. Tað fer at lætta nógv um hjá tær. Tað er ongantíð gott at ganga við egnum tankum. At biðja um hjálp er púra vanligt og heilt ókey. Vit øll hava tað ringt viðhvørt. Er onkur, tú følir teg tryggan við at tosa við? Tíni foreldur kanska, ella ein góður vinur? Viðhvørt kann tað hjálpa, um tú skrivar tankarnar niður fyrst.

2. Soleiðis kanst tú steðga óttafullu tankunum
Tá ið tú fært tankar, sum gera teg óttafullan, so ímynda tær, at tú ert á einum góðum og tryggum stað, sum tú kennir og følir teg tryggan við. Hetta fær teg at sleppa tíni stúran.
Lat ikki tínar keðiligu tankar stýra tær og oyðileggja tær dagin. Fá heldur rúm fyri tí, sum fær teg at hugsa um okkurt annað, og sum fær teg í gott lag.

3. Ger nakrar andadráttarvenjingar og slepp spenningunum í kroppinum
Anda róliga inn og út, og merk at tú koblar úr og sleppur spenningunum í kroppinum. Legg fyri við, at tú andar róliga inn, og tá ið tú andar út, ímyndar tú tær, at tú andar órógv og angist útaftur. Lat hondina liggja á búkinum beint við nalvan. Tá ið tú andar inn, merkir tú, at hondin flytur seg uppeftir, og tá ið tú andar út, flytur hondin seg niðuraftur. Ger hetta nakrar ferðir. 
Tú kanst gera hesa venjing, sama hvar tú ert, um tú ert heima, á arbeiðsplássinum, tá ið tú gongur ein túr ella gert teg kláran at leggja teg. Gert tú hesa venjing dagliga, fært tú skjótt eina víðkaða nærveru og meira kropstilvitan.

4. Soleiðis kanst tú basa neiligum tonkum
Tað er ymiskt, tú kanst gera, sum fær teg í góðum lag:

  • Ring til ein vin
  • Lurta eftir róligum tónleiki
  • Gakk ein túr
  • Fá tær eitt glas av vatni ella ein temunn
  • Fá tær eitt deiliga heitt bað
  • Hygg at onkrum hugnaligum í sjónvarpinum
  • Síggj onkran film ella eina sendirøð, ið tú kennir frammanundan
  • Fá tær ein blund
  • Les í onkrum blað
  • Spæl okkurt spæl
  • Legg eitt puslispæl
  • Tekna í eini Mandalas-bók

5. Soleiðis gert tú tína egnu “Finn ró”-ætlan
Merkir tú ofta strongd og ótta, kann tað vera torført at hugsavna teg um, hvat fær teg í gott lag. Hevur tú brúk fyri at stilla sinnið, er tað ein hjálp at hava tína egnu “Finn ró”-trygdarætlan, ið minnir teg á alt tað góða og hjálpir tær í truplu støðuni. Tú kanst skriva ætlanina niður á telefonina, so tú altíð hevur hana hjá tær.

Andadráttarvenjing
Hevur tú nógv at hugsa um og hevur brúk fyri ró, kann henda venjing hjálpa tær við nøkrum einføldum venjingum. Royn og set fimm minuttir av, tá ið tú venur.