Felagsskapur kemur ikki (altíð) av sær sjálvum

Hevur tú hugsað um, hvussu tú skapar ein góðan felagsskap fyri børn? Her kanst tú lesa um, hvussu tú við spølum skapar trivnað og gott samanhald. Ein barnafelagsskapur kann sammetast við eina plantu. Plantan má røktast og hava vatn, til tess at nørast og gerast vakrari. Smáu spírarnir á plantuni eru børn, sum mennast og […]

Felags byrjanarskeið í Betri vinum 9. september 2022

Felags byrjanarskeið í Betri vinum 9. september 2022   Vælumtókta felags byrjanarskeiðið í Betri vinum verður aftur í september. Saman kunnu vit skapa eina mentan við góðum felagsskapum, har vinaløg mennast og happing ikki sleppur at nørast.   Málbólkurin fyri skeiðið er fyri øll, sum arbeiða við børnum í aldrinum 0-6 ár. Kostnaður fyri skeiðið […]

Skemalegg Betri vinir

Tá ið tit seta Betri vinir á skema, gerst greiðari, hvør ger hvat, og tí einfaldari at halda gongd í Betri vinum. Avtalið til dømis ein fastan dag um vikuna, prenta skemaðið út og skrivið á, hvussu tit vilja skipa Betri vinir virksemið. Tak myndina niður her        

Betri vinir leiðsluskeiðið, ið skuldi vera 24. mai, er flutt til august/september

Vilt tú sum leiðari menna sterkan og sunnan felagsskap fyri tíni starvsfólk? So er Betri vinir leiðsluskeiðið júst nakað fyri teg! Skeiðshaldari er Annika Wenningsted Jacobsen, sum hevur drúgvar leiðsluroyndir sum stovnsleiðari. Annika er útbúgvin námsfrøðingur, umframt hevur hon diplomútbúgving í leiðslu.   “Sera gevandi og læruríkir tímar um Betri vinir, har eg lærdi týdniningin […]

Betri vinir byrjanarskeið 4. mars

Betri vinir byrjanarskeið verður 4. mars kl. 09-16 á Hotel Hilton. Saman kunnu vit skapa eina mentan, har góð vinaløg mennast og happing ikki sleppur at nørast. Málbólkur: Stovnar, ið arbeiða við Betri vinum, ið hava starvsfólk, ið mangla skeiðið. Stovnar, ið ynskja at arbeiða við Betri vinum. Skeiðið er ætlað teimum, sum arbeiða við […]

Áhugaverdur fyrilestur um relatiónsførleikar og týdningin av yrkisliga samskiftinum

Ugur Kevioglu, ICDP lærari fyri Barnabata, arbeiðir við at skapa betri trivna í føroysku skúlunum. Tað ger hann millum annað gjøgnum sokallaða ICDP – háttin, sum hann við jøvnum millumbili undirvísir lærarum og námsfrøðingum í, og sum hann í næstum fer at halda fyrilestur um kring landið. ICDP er ein granskingargrundað ástøðilig tilgongd, ið arbeiðir […]

Jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata, Í Menniskjum Góður Tokki, setir met

Á hvørjum ári skipar Barnabati fyri jólahjálp til barnafamiljur, ið liva í fátækraváða. Ein umráðandi liður í hesi innsavning er árliga jóla- og stuðulskonsertin, sum í ár var send í Kringvarpinum sunnukvøldið 12. desember. Inn komu yvir 880.00 krónur. Harumframt handaði Stephanie Trónd Larsdóttir Barnabata ein kekk á 117.063,50, ið hon hevur savnað, við at […]

Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus handað brævbjálva til Í Menniskjum Góður Tokki

Vit á Barnabata vilja hjartaliga takka dagstovninum Hans Andrias Djurhuus fyri at hava verið so ófør at stuðla Í Menniskjum Góður Tokki. Tað er bæði hjartanemandi og ein fragd at síggja, at børn geva sær stundir at hjálpa. Børnini á dagstovninum seldu ymiskar heimagjørdar lutir og samanlagt komu 6440 krónur inn. Peningurin fer óskerdur til […]

Betri vinir ætlanir um at føroyska og geva út tvær bøkur

Betri vinir hevur í næstum ætlanir um at føroyska og geva út tvær bøkur í røðini hjá Fri for Mobberi. Bøkurnar snúgva seg um kenslur og upplivingar hjá barninum í barnagarði og forskúla. Skal hetta gerast veruleiki, tørvar okkum peningaligan stuðul.  Vit eru ómetaliga takksom, at Lions Club hevur stuðlað hesari verkætlan við 20.000 kr […]

ICDP 1. stig. Egnir Relatiónsførleikar

ICDP 1. stig. Egnir Relatiónsførleikar Málbólkur fyri útbúgving: Henda útbúgving er ætlað námsfrøðingum, lærarum, stuðlum og hjálparfólki. Kunngjørt verður seinni, nær skipað verður fyri útbúgving stílað øðrum fakbólkum. Útbúgvingin fevnir um: granskingargrundað ástøðir (serliga úr menningarsálarfrøði og positivari sálarfrøði), sum vísa á relatiónina sum grundarstein undir læring, menning og trivnaði greining og grundan um, hvussu […]