Aðalfundur

Aðalfundur felagsins verður mikudagin 8. juni 2022 klokkan 17:00 í hølum felagsins.  Skrá sambært viðtøkum.  Nevndin

Sólskynsvika hjá einum barni

0-3 ár / 3-6 ár / 6-9 ár Um eitt barn hevur serligan tørv á, at tú sært, hoyrir og skilur tað, kunnu tey vaksnu, sum eru um barnið, seta tíð av at arbeiða jaligt um barnið í eina tíð. Viðhvørt kenst sambandið við eitt barn vera fjart, ella kanska ber tað brá av ósemjum. […]

Finn tríggjar ‘villur’ 

3-6 ár / 6-9 ár Eitt stuttligt og áhugavert spæl, sum lærir børn at varnast smálutir hjá hvørjum øðrum. Í hesum spælinum fáa børnini møguleika – tvey og tvey – at læra hvønn annan betur at kenna. Hetta gevur børnunum kensluna av at verða sædd og viðurkend, og økir hetta samstundis um áhugan fyri hvørjum […]

Aðalfundur

Aðalfundurin hjá Barnabata verður mánakvøldið 12. apríl kl. 19:00 í hølum felagsins. Skrá sambært viðtøkum. Nevndin

Blív sjálvboðin mentor

Ger ein mun! Hevur tú hug at hjálpa ungum at finna fótafesti og kós í lívinum? Hevur tú hug at deila tínar lívsroyndir? Hevur tú tíð og orku at taka lut í einum gevandi felagskapi?  Ert tú sinnað/-ur at: Samskifta uppbyggjandi eins væl og varliga. Vísa støðufesti og hugsa í nýggjum samanhangum. Seta teg inn […]

Jólahjálpin verður borðin út við Posta kring alt landið í morgin 15. desember. 

Játtaðar umsóknir í ár fevna um samanlagt 933 persónar, harav 554 børn.  Barnabati hevur stuðla við upphæddum frá 2.500,- til 5.500,- fyri hvørja umsókn, alt eftir familjusamanseting.  Vit vilja enn einaferð takka øllum, ið hava stuðla Barnabata, soleiðis at vit støðugt kunnu hjálpa fíggjarliga sperdum barnafamiljum í Føroyum.  Gleðilig Jól Barnabati

Jólamyndin 2020 – Vinnarar

Vinningur 1. sunnudag í advent Jólamynd nummar 18386 hevur vunnið gávubræv á 2.000,- frá Atlantic Airways. Vinningur 2. sunnudag í advent Jólamynd nummar 16270 hevur vunnið gávubræv á 4.000,- frá Føroya Keypssamtøku. Vinningur 3. sunnudag í advent Jólamynd nummar 02376 hevur vunnið gávubræv á 6.000,- frá NEMA Vinningur 4. sunnudag í advent Jólamynd nummar 09767 […]

Áheitan til tey, sum hava søkt um jólahjálp frá Barnabata 2020.

Tá ið Jólahjálpin byrjaði 2. og 3. desember var trýst á skipanini. Hetta kann hava ført við sær, at umsøkjarar ikki hava fingið avgreitt sína umsókn til fulnar. Tí heitir Barnabati á tey, sum hava søkt um Jólahjálp frá Barnabata, at senda ein teldupost til barnabati@barnabati.fo, har tey upplýsa navn, og skriva Jólahjálp 2020. Sostatt […]

Vinningur 1. sunnudag í advent

Góði vinnari Vinaliga set teg í samband við Barnabata umvegis teldupost á barnabati@barnabati.fo. Vinaliga Barnabati  

Eitt týdningarmikið fet innan Føroysk barnarættindi 

Í dag, á Altjóða barnarættindadegnum fingu Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í Almannamálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, Norðurlendskur samstarvsráðharri, høvi at kunna seg nærri um barnsins sjónarmið, tá tey fingu handa tilmæli, um íverksetan av ST Barnarættindasáttmálanum. Í Januar 2020 hittust vit saman við 65 øðrum børnum frá Íslandi, Grønlandi, Danmark, Finnlandi, Noregi, Svøríki og […]