Í Betri vinir kuffertinum hava vit eisini bamsur.
Flest børn kenna til bamsur. Bamsur kunnu vera góðar hjá barninum at hava. Fyri summi børn, ger bamsan, at tey kenni seg trygg, fyri summi minnir bamsan tey á góðar og stuttligar løtur, og flest øll børn nýta bamsur, dukkur ella figurar, tá tey spæla saman, sum til dømis rolluspøl.
Bamsan í kuffertinum hevur fingið navnið Bamsa og er lilla; hetta fyri at barnið sjálvt kann velja, hvat kyn Bamsa skal vera og hvønn leiklut hon skal hava. Bamsa er ein lítil hjálpari og umboðar tolsemi, umsorgan, dirvi og virðing, umframt hetta tillagar fakfólkið leiklutin hjá Bamsu út frá hvat er hóskandi fyri barnabólkin.
Tann størra bamsan er ein handskadukka, sum kann brúkast í teim ymisku aktivitetunum, sum eru mentir til at fremja jaligu barnamentanina. Hon kann til dømis vera við til at tað verður stuttligari og lættari hjá børnunum at tosa um evni, sum tey annars ikki eru so von við at tosa um.
Barnabati stendur fyri verkætlanini saman við Mary Fonden og Red Barnet
Høvuðsstuðul er: Betri
Stuðlar: Mentamálaráðið og Føroya Pedagogfelag