Search
Close this search box.

Bamsurenning

At fyribyrgja happing merkir, at vit skulu arbeiða við okkara mentan. Sum eitt dømi hava vit eisini eitt átak, ið kallast Bamsurenning – øll børn eru vinnarar

Tað skal vera eitt spæl hjá teimum smáu at røra seg. Vit vilja, at øll børn skulu føla seg sum vinnarar. Tá ið børnini eru smá, er torført at síggja, hvør verður tann næsti “Pál Joensen”. Tað er ikki altíð tey, ið vunnu mest sum smá, sum blíva elituítróttarfólk. Tað er eitt talent, sum í mong ár er útviklað við spælið og huga til at spæla. Hesin hugurin at menna seg ítróttarliga kann hvørva, um vit ikki gera tað stuttligt og geva teimum rúmd til at útvikla spælið.

Vit halda, at børn skulu vera børn so leingi sum til ber. Kapping er sunt, men málið er, at børnini sjálv skulu sleppa at mennast í eini tryggari og góðari mentan, merkt av spælið og gleði og ikki eini mentan merkt at avriksfokus – tað fer at koma, tá ið børnini verða eldri.

Myndirnar eru tyknar í Sunda kommunu í gjár.

Vinarliga
Betri vinir – Fri for Mobberi