Starvið:
Sum skrivstovu- og samskiftisfólk fær tú ein virknan leiklut í dagliga arbeiðinum og kemur at menna virksemið hjá Barnabata saman við aðalskrivara og starvsfólki.
Arbeiðið fevnir m.a. um at varða av fyrisiting, framleiða og rættlesa skrivligt tilfar til heimasíðu, tíðindi, faldarar o.a. Harumframt verður talan um aðrar fyrifallandi uppgávur.
Eitt spennandi og fjølbroytt starv í góðum arbeiðsumhvørvi.
Førleikakrøv:
Tú hevur viðkomandi útbúgving, umframt royndir og førleikar innan fyrisiting og samskiftið. Tú dugir væl at skriva lættan og greiðan tekst, og at tú ert stinn/ur í føroyskum.
Persónligu eginleikar tínir eru opinleiki, framsøkni, góð samskiftisevnir, umframt sjálvstøðugt arbeiðslag Barnabata at frama.
Lønar- og setanartreytir verða avtalaðar samsvarandi royndum og førleikum. Starvið er mett til 35 tímar um vikuna. Meira fæst at vita við at venda sær til aðalskrivaran á 522011 ella umvegis teldupost: djoni@barnabati.fo
Umsóknir freistin at søkja er 06.07.2020
Byrja verður í starvinum eftir nærri avtalu.
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til: starv@barnabati.fo
ella til:
Barnabati
Niels Finsensgøta 32 – 2.H
100 Tórshavn