Search
Close this search box.

Barnabati yvirtekur Í Menniskjum Góður Tokki

Tað verður framyvir Barnabati sum kemur at hjálpa børnum í fíggjarliga sperdum familjum.

Tað er við sorgblídni at eg gevist, men eg fegnist um, at átakið verður framtíðartryggjað hjá Barnabata. Tað eru framvegis alt ov nógv børn í Føroyum, sum dagliga liva við stórum avmarkingum og tí hevur tað verið ógvuliga umráðandi fyri meg, at tann sum tekur yvir framhalandi fer at hjálpa familjum og børnum til jóla og í samband við barnaføðingardagar og frítíðarítriv, sigur Annlis Bjarkhamar, sum í síni tíð stovnaði átakið.

Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, fegnast um, at tey kunnu víðka sítt virksemi við hesum átaki, sum avgjørt fellur innanfyri endamálið hjá Barnabata um at hjálpa og bøta um korini hjá børnum og ungum í Føroyum.

Síðan átakið sá dagsins ljós í 2010 hava yvir 2000 fíggjarliga sperdar familjur fingið jólahjálp. Jólahjálpin hevur hesi árini glett 3900 børn og gávukort fyri 5,7 mio kr eru latin til jólahjálp, frítíðarvirksemi, føðingardagar og mat.

”Umframt at hava hjálpt øllum hesum børnum og familjum hava vit fingið sett barnafátækradømi á dagsskrá, og hetta fer vónandi at føra við sær politiskar batar, tí barnafátækradømi er ein samfelagstrupulleiki, og ikki ein trupulleiki, sum sjálvbodnir felagsskapir einsamallir skulu taka sær av, sigur Annlis Bjarkhamar. ”

Barnabati hjálpir føroyskum børnum

Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata sigur, at fyri tey er tað gott at víðka virksemi við hjálpini til fíggjarliga sperdar barnafamiljur.

”Vit í Barnabata arbeiða fyri at hjálpa og bøta um korini, uppvøkstur og menning hjá børnum og ungum í Føroyum. Vit ynskja, at øll børn og ung hava møguleika til persónliga menning, og at tey fáa tann stuðul og umsorgan tey hava tørv á, sigur Djóni Eidesgaard, og vísir á, hvussu týdningarmikið tað er, at børn í fíggjarliga sperdum familjum hava møguleika at halda jól, føðingardag og ganga til frítíðarítriv á jøvnum føti við javnaldrarnar.

Barnabati er ein livandi felagsskapur og hevur ein ungdómsportal, Tú & Eg ráðgevingina og ráðgeving til foreldur. Eisini talar barnabati søkina hjá børnum og ungum, og ansar eftir, at ST-barnarættindasáttmálin verður fylgdur í Føroyum.

Innsavningin 2015

Innsavningin til jólahjálpina 2015 er byrjað, og tørvurin á hjálp er stórur hjá teimum fíggjarliga sperdastu familjunum. Tøl frá Hagstovuni tala eisini sítt greiða mál og vísa á, at talið av børnum ið liva í fátøkt er vaksandi og at støðan hjá teimum er vorðin verri seinastu árini. Við at stuðla jólahjálpini ber til at gera sítt til, so eisini hesi børn fáa eini hugnalig og gleðilig jól.

Í næstu viku verður møguligt hjá fíggjarliga sperdum barnafamiljum at søkja um jólahjálp. Jólahjálpin verður latin sum gávukort til handlar, har familjurnar kunnu keypa mat, klæði ella leikur til børnini.

Annlis Bjarkhamar vil fegin takka teimum mongu sum hava hjálpt og stuðlað gjøgnum árini, og sigur seg vóna, at Barnabati kann fáa eins góðan stuðul til at føra virksemi víðari.

”Hjartalagið er gott millum føroyingar, børn hava hjálpt børnum, kirkjur og samkomur, privatfólk, fakfeløg, felagsskapir, ítróttarfeløg og fyritøkur hava verið ófør til at tikið tøk saman við okkum, og tað gevur boð um eitt samfelag, har vit leggja í hvønn annan og okkara næsta. Hóast átakið skiftir hendur er tørvurin á hjálp hin sami.”