522011
Valmynd

Á middegi í dag, týsdag 3. desember ber til hjá barnafamiljum at søkja um Jólahjálp.
Seinasta freist at søkja er leygardagin 7. desember kl. 14:00
Um spurningar eru í samband við umsóknina, er møguligt at ringja til Barnabata á telefon 522011 fyri at fáa vegleiðing.
Vit eru til reiðar at svara spurningum:
Hósdagin 5. desember millum klokkan 10:00 og 15:00
Fríggjadagin 6. desember millum klokkan 10:00 og 15:00
Fríggjakvøldið 6. desember millum 19:00 og 21:00

Vit vegleiða einans umvegis telefon.

Vit eru at hitta á 522011
Um vit fáa fleiri umsóknir, ið lúka fortreytirnar fyri at fáa jólahjálp, enn vit hava pening til, verður jólahjálpin latin teimum familjum, ið hava tað truplast.

Vinaliga
Djóni J. Eidesgaard
Aðalskrivari
Barnabati

Ofta settir spurningar Jólahjálpin

 

Hvussu kann eg søkja um jólahjálp?

Tá ið vit eru til reiðar at taka ímóti umsóknum um jólahjálp, kunngerða vit hetta á heimasíðu okkara og á Facebook síðu okkara www.facebook.com/barnabati
Í 2019 er møguligt at søkja frá 3. desember til  7. desember kl 14:00

 

Hvør kann søkja um jólahjálp?

Familjur við heimabúgvandi børnum undir 18 ár.

Hvat skal eg skriva í mína umsókn?

Vit hava eitt spurnablað, ið greitt sigur júst hvat tú skalt svara uppá. Um tað er eitthvørt tú ivast í, so ber til at ringja til okkara á 522011

Hvussu long tíð gongur frá at eg havi søkt, til at eg fái svar?

Vit royna eftir besta førimuni at avgreiða viðgerðina av umsóknum skjótast gjørligt. Viðgerðartíð kann broytast alt eftir hvussu nógvar umsóknir koma. Vanligt tekur tað umleið 5 dagar at avgreiða. Svarið verður sent umvegis vanligan post.

Míni børn búgva hjá fyrrverandi maka mínum. Kann eg søkja?

Ja, um tú hevur børnini um jólini, so kanst tú søkja um jólahjálp.

Rým til YouTube