522011
Valmynd

Sáttmáli Sameindu Tjóða um rættindini hjá børnum, ella altjóða barnarættinda-sáttmálin, sum hann eisini verður nevndur, varð samtyktur í Føroyum í 1992. Hesin sáttmáli inniheldur øll rættindi, ið øll børn skulu hava, og er galdandi fyri øll upp til 18 ár, sum búgva ella uppihalda sær í einum landi. Í barnarættindasáttmálanum verða bæði børn og ung nevnd børn. 

Føroyar skulu gera sítt allar besta, fyri at tað ið stendur í barnarættindasáttmálanum skal gerast veruleiki. Til dømis skulu lógir og ásetingar vera í samsvari við rættindini í barnarættindasáttmálanum. Føroyar skulu syrgja fyri, at rættindini hjá børnum ikki verða gloymd, og at tey verða vird av øllum í samfelagnum. Landsstýrið skal eisini syrgja fyri, at bæði børn og vaksin fáa at vita, hvørji rættindi tey hava. 

Rættindini standa í ymiskum brotum, ið nevnast greinar. Tað eru 54 greinar í barnarættindasáttmálanum og 41 av teimum snúgva seg um rættindi. Restin av greinunum handla um, hvussu lond skulu arbeiða við barnarættindasáttmálanum. Greinarnar 2, 3, 6 og 12 eru nevndar høvuðsmálini í sáttmálanum. Hesi skulu hjálpa okkum at skilja hinar greinarnar. Allar greinarnar í barnarættindasáttmálanum hoyra saman. 

Vit hava umorðað og stytt greinarnar, fyri at teksturin skal vera lættari at skilja. Vit hava eisini býtt greinarnar sundur í 10 umráði, so at tað er lættari hjá børnum og ungum at skilja innihaldið. 

ÁVIRKAN

12. Tú hevur rætt til at siga, hvat tú hugsar um alt tað, sum hevur við teg at gera. Tey vaksnu skulu lurta eftir tær, og virða tíni sjónarmið. Tá ið ein myndugleiki ella ein dómstólur viðger ella tekur eina avgerð í einum máli ella spurningi, ið hevur við teg at gera, skalt tú fáa møguleikan at siga tína hugsan. 

13. Tú hevur skrivi- og talufrælsi. Hetta merkir, at tú hevur rætt til at fáa og geva upplýsingar og hugsanir víðari, veri tað seg munnliga, skrivliga ella á tann hátt, sum tú heldur vera mest hóskandi.

14. Tú hevur rætt til at hugsa og halda tað, sum tú vilt. Tú hevur rætt til at fylgja tíni sannføring, og at hava ta trúgv, ið tú vilt. Foreldur tíni kunnu vegleiða teg, men ongantíð avgera, hvat tú skalt hugsa. 

15. Tú hevur rætt til at vera limur í einum felagsskapi og rætt til at melda teg úr. Tú hevur rætt til luttaka har fleiri samlast, so leingi hetta verður gjørt á ein friðarligan hátt. 

SAMLEIKI

7. Tú hevur rætt til eitt navn, og at vera borgari í einum landi. Tú hevur eisini rætt til at vita hvørji foreldur tíni eru, um tað er møguligt, og at tey ansa væl eftir tær. 

8. Tú hevur rætt til ein samleika. Til ein samleika hoyrir borgaraskapur í tínum landi, títt navn og tíni familjuviðurskifti. 

UPPLÝSINGAR

17. Tú hevur rætt til at vita, hvat hendir í tínum landi og úti í heimi á ein hátt sum passar tær, eitt nú umvegis tíðindabløð, internet ella sjónvarp. Tær upplýsingar, ið tú fært, skulu hjálpa tær at búnast og at liva eitt heilsugott lív. 

FAMILJA

5. Foreldur tíni hava ábyrgd og skyldu at vegleiða og stuðla tær í øllum tí, sum barnarættindasáttmálin gevur tær rætt til.  

9. Eingin skal skilja teg frá foreldrum tínum, uttan tá ið tað gerst neyðugt fyri títt egna besta. Tað kann eitt nú gerast neyðugt, um foreldur tíni ikki taka sær av tær á nóg góðan hátt. Tú hevur rætt til samveru við bæði foreldur tíni, um hetta er tær gagnligt. 

10. Um tú og foreldur tíni hava verið skild sundur og vilja savnast aftur, skulu tit hava møguleikan at søkja um hjálp, so leingi tað er møguligt at fáa hjálp í tí landinum tú býrt. Um foreldur tíni búgva í hvør sínum landi og tit vilja hittast, skulu tit fáa hjálp frá landinum, har tú ert búsitandi. 

18. Foreldur tíni hava ábyrgdina bæði av tíni uppaling og menning. Tey skulu hugsa um, hvat er best fyri teg. Um foreldur tíni hava tørv á hjálp, skal samfelagið veita hesa hjálp. Eitt nú sjúkrarøkt ella barnagarð.  

20. Um tú ikki kann verða búgvandi hjá familju tíni, hevur tú rætt til serstaka hjálp og umsorgan. Tú hevur rætt til umsorgan, ið hóskar júst til tín tørv. 

21. Tey lond, ið loyva ættleiðing, skulu syrgja fyri, at hetta gongur rætt fyri seg, og at tú sum verður ættleidd/ur fært eitt gott lív. Londini hava altíð ábyrgd av at hugsa um, hvat er best fyri teg. 

LÍKARÆTTUR

2. Barnarættindasáttmálin gevur tær og øllum øðrum børnum somu rættindi og sama virði. Eingin hevur rætt at gera mun á tær og øðrum. Hetta merkir, at eingin skal fara verri við tær enn nøkrum øðrum. Tú mást ikki vera fyri mismuni ella á annan hátt revsast fyri nakað, ið foreldur tíni eru ella gera. 

23. Tú, ið hevur eina sálarliga ella kropsliga forðing, hevur rætt til eitt gott lív. Eins og øll onnur, skalt tú kunna kenna stoltleika og sjálvsálit. Tú skalt kunna luttaka virkið í samfelagnum. Tú hevur rætt til serstaka og eyka hjálp. 

30. Tú, ið ert partur av einum minnilutabólki ella upprunafólki, hevur rætt til tað mál, ta mentan og tann átrúnað, ið tú deilir og virkar í saman við hinum í bólkinum. 

HAVA TAÐ GOTT

3.  Tá ið tey vaksnu taka avgerðir, ið hava við børn at gera, skulu tey gera tað við støði í barnsins tørvi. Hetta merkir, at tey vaksnu altíð skulu hugsa um, hvat er gott fyri teg og hvussu teirra avgerðir koma at ávirka teg. Tú skalt fáa ta trygd og umsorgan tær tørvar. Tað er týdningarmikið, at tey vaksnu hugsa um barnsins tørv, tá ið avgerðin ávirkar nógv børn. 

6. Tú hevur rætt til at liva og búnast. Títt land skal gera alt tað er ment, fyri at tað gerst møguligt. 

22. Tú, ið kemur sum flóttafólk, einsamøll/einsamallur ella saman við onkrum øðrum, hevur rætt til verju og hjálp. Tú skalt eisini fáa hjálp til at savnast við tíni familju aftur. 

24. Tú hevur rætt til at hava so góða heilsustøðu sum til ber. Um tú gerst sjúk/ur, hevur tú rætt til heilsutrygd og venjing, soleiðis at støðan batnar aftur. Tú hevur eisini rætt til verju ímóti siðvenju, ið kann verða skaðilig fyri teg. 

25. Um ein myndugleiki hevur flutt teg frá familju tíni, fyri at verja teg ella veita tær heilsuhjálp, hevur tú rætt til at fáa hesa hjálp eftirmetta, soleiðis at alt, ið hevur við teg at gera, gongur rætt fyri seg. 

26. Tú hevur rætt til sosialan tryggleika. Um tað er neyðugt, skal samfelagið tryggja tær bústað, mat og klæði. 

27. Tú hevur rætt at liva á ein hátt, ið gevur tær møguleikan at búnast kropsliga, sálarliga, andaliga, moralskt og sosialt. Foreldur tíni hava høvuðsábyrgdina av hesum, men um teimum tørvar hjálp, skulu tey fáa hana. 

39. Um tú ikki hevur fingið tann uppvøkstur, ið ein eigur at fáa, og ert útsett/ur fyri vanrøkt ella ágangi, hevur tú rætt til at fáa hjálp til at fáa tað betri aftur. Tað er galdandi uttan mun til, um tú hevur verið offur fyri píning ella nøkrum øðrum slagi av andstyggiligum, ómenniskjaligum ella mannminkandi viðferð, ella um tú hevur luttikið í kríggi.  

VERJA

11. Tú mást ikki verða flutt/ur til eitt annað land, uttan at bæði foreldur tíni loyva hesum. 

16. Tú hevur rætt til verju móti ólógligari uppílegging í tínum privatlívi. Tað er galdandi bæði heima og har tú býrt ella uppiheldur tær. Eingin hevur loyvi at lesa tínar dagbøkur og brøv uttan loyvi frá tær. Tað er eisini galdandi undir øðrum umstøðum, tá ið upplýsingar um teg eru á skránni. Eingin hevur loyvi at skaða tín  æru. Lógin skal verja teg væl ímóti slíkum. 

19. Tú hevur rætt til verju ímóti øllum sløgum av kropsligum ella sálarligum ágangi, vanrøkt ella misbrúki. 

32. Tú skal verjast ímóti at gera tílík arbeiði, ið kunnu skaða teg. 

33. Tað er ábyrgdin hjá landinum at verja teg ímóti rúsevnum. Landið skal síggja til, at tú ikki verður misnýtt/ur til hvørki at framleiða ella selja rúsevni.

34. Tú hevur rætt til verju ímóti øllum sløgum av kynsligari misnýtslu ella kynsligum ágangi. Tú skalt millum annað verjast ímóti at verða misnýtt/ur í prostitutión (skøkja er bert heiti sum kann brúkast fyri gentur, dreingir hava somu vernd)  og pornografi. 

35. Tú mást ikki burturflytast ella seljast. Títt land skal tryggja, at hetta ikki kemur fyri. 

36. Tú hevur rætt til verju ímóti øllum slagi av misnýtslu, ið kann skaða teg. 

37. Tú mást ikki útsetast fyri píning ella øðrum slagi av ringari viðferð. Tú kanst ikki verða dømd/ur til deyða ella fáa lívslanga fongsulsrevsing. Um tú verður handtikin, fongslað/ur ella innilæst/ur ímóti tínum egna vilja, skal hetta vera síðsti útvegur, og so stutt sum gjørligt. Tú skalt verða víst/ur virðing, og tú hevur rætt til ikki at vera settur saman við vaksnum. Tú hevur rætt til at hava samband við familju tína, ímeðan tú ert innilæst/ur, og tín sak skal viðgerðast skjótast gjørligt. Tíni rættindi eru galdandi, hóast tú ert innilæst/ur ímóti tínum vilja.

38. Um tú ert undir 15 ár, skalt tú verjast ímóti at luttaka í kríggi. Um tú á ein ella annan hátt ert ávirkaður av einum kríggi, hevur tú rætt til ta verju tær tørvar. 

40. Um tú ert undir illgruna fyri at hava framt brot ella tað vísir seg, at tú ert sek/ur í einum broti, skalt tú verða víst/ur virðing. Myndugleikar og stovnar, ið tú kemur í samband við undir rættargongdini, skulu verða tillagaðir tær. 

ÚTBÚGVING

28. Tú hevur rætt til útbúgving. Tú skalt ganga í fólkaskúla, og hesin skal vera ókeypis.

29. Í skúlanum skalt tú mennast á allan hátt og fyrireikast til eitt ábyrgdarfult lív í einum fríum samfelagi. 

SPÆL, FRÍTÍÐ, MENTAN OG HVÍLD

31. Tú hevur rætt til frítíð, spæl og hvílu. Tú hevur rætt til at lutaka í mentanarligum og listarligum virksemi.

UM BARNARÆTTINDASÁTTMÁLAN

1. Barnarættindasáttmálin er galdandi fyri teg, ið ert undir 18 ár. Í barnarættindasáttmálanum verða bæði børn og ung nevnd børn.

4. Øll lond skulu gera alt tað, ið tey eru ment, fyri at seta barnarættindasáttmálan í verk. T.v.s. at tey skulu altíð fylgja tí, sum stendur í barnarættindasáttmálanum.  

41. Um lógir og ásetingar í tínum landi longu geva tær fleiri ella betri rættindi enn tey, ið standa í barnarættindasáttmálanum, skulu landsins lógir og ásetingar galda. 

42. Títt land hevur ábyrgdina av, at bæði børn og vaksin hava kunnleika til tað, ið stendur í barnarættindasáttmálanum. 

SÁTTMÁLIN SUM PLAKAT
Rým til YouTube