522011
Valmynd

Barnarættindasáttmálin 30 ár

Ert tú millum 12 og 16 ár, og hevur tú hug at hava ávirkan á tíni rættindi, so er hetta nakað fyri teg 🙂

Tann 16. Januar 2020 skipar UNICEF fyri ráðstevnu í Keypmannahavn har børn og ung úr øllum Norðanlondum fara at luttaka. Eisini børn og ung úr Føroyum.

Ráðstevnan verður hildin, tí Barnarættindasáttmálin hjá ST fyllir 30 ár. Evni á ráðstevnuna er grein 12 í Barnarættindasáttmálanum um rættin hjá børnum at greiða frá sínum sjónarmiðum í øllum teirra viðkomandi viðurskiftum.

Tey føroysku børnini, sum fara at luttaka á ráðstevnuni, skulu hittast her í Føroyum í oktober mánað. Her fara tey, saman við royndum vaksnum, at arbeiða við evninum og koma við tilmæli um, hvussu vit tryggja:
1. at øll børn og ung kenna síni rættindi.
2. at øll børn og ung verða hoyrd og tikin við upp á ráð bæði í familjuni, í skúlanum, í frítíðini og í lokalsamfelagnum.

Vit fara til Keypmannahavnar 15. januar har vit fara at leggja okkara tilmæli fram á ráðstevnuni,  og koma síðani heim aftur 17. januar.

Kostnaður fyri at verða við: 0,-

Kundi tú hugsa tær at verið við, vinaliga send okkum eina umsókn. Hana finnur tú HER.

Tú kanst lesa Barnarættindasáttmálan við at trýsta HER


ST Barnarættindasáttmálin fyllir 30 ár í 2019, og er hetta tí eitt serstakt ár hjá børnum og ungum kring allan heim.
Sum tann mest íverksetti ST sáttmáli, hevur Barnarættindasáttmálin skapt eina, mest sum, alheims semju um at stuðla rættindunum hjá børnum.
Seinastu 30 árini hevur hesin sáttmáli verði við til at skapa eina slóðbrótandi framgongd  fyri børn í Norðurlondum og kring heimin. Men enn eru avbjóðingar, og nógv børn hava ikki nóg góða atgongd til síni rættindi, her íroknað rættin at kunna taka lut og hava ávirkan. Harumframt síggja barna- og ungdómsárini í dag munandi annarleiðis út samanborið við árið 1989, tá sáttmálin fyrstu ferð var kunngjørdur. Vit hava heimsumfatandi rák, sum eitt nú talgildi heimurin, veðurlags-broytingar, fólka til- og fráflyting, og ikki minst hava nýggjar væntanir av børnum og ungum skapt avbjóðingar, men samstundis eisini møguleikar fyri børn og ung. Alsamt vaksandi byrja børn og ung at skipa seg, fyri at gera vart við síni rættindi, og at hesin verða tikin av álvara.

Norðurlond skulu verða besta staðið í heiminum hjá børnum, men tað eru enn børn, ið ikki trívast, børn ið kenna einsemi og føla seg uttanfyri. Tí hevur Det Nordiske Børneforum til endamáls gera ítøkilig tilmæli til:
1. Hvussu kunnu vit tryggja, at øll børn og ung kenna síni rættindi, at teirra rødd verður hoyrd, at at tey fáa ein virknan leiklut bæði innan familjuna, í skúlanum, í frítíðini og í teirra nærsamfelag.
2. Hvussu kunnu vit tryggja, at øll børn og ung hava ein týðandi lut í felagsskapinum. Grundarlagið er grein 12 í Barnarættindasáttmálanum: Rætturin at siga sína hugsan. Børn hava rætt til at siga sína hugsan, og hava krav uppá, at teirra meining verður vird.

Tað Norðurlendska barnaforumi verður í FN býnum í Keypmannahavn hósdagin 16. januar 2020.
Hvørt Norðurland luttekur við 8-10 børnum, har minst tvey vaksin eru við. Tað verður gist á Globalhagen Hostel

Skráin fyri dagin (vegleiðandi)

  1. Bjóða verður vælkomin.
  2. Bólkarnir (børnini) og verkætlanartoymi kjakast um hvussu tilmælini um íverksetan av teirra rættindum kunnu tryggjast í egnum landi og í Norðurlondum.
  3. Tilmæli verður orða.
  4. Børnini fáa venjing/frálæru í samskifti og at hava framløgu.
  5. Verkætlanartoymi og embætisfólk gera eina virkisætlan til tilgongdina. 
  6. Samstarv millum børn. landsstýrisfólk og embætisfólk.

Tilmælið verður handa á ráðharrafundi  í mars 2020.
Tilmælið verður handa teimum Norðurlendsku landsstýrisfólkunum í hvørjum einstøkum landi, íroknað Føroyum, Grønlandi og Álandi. Eisini verður hetta handa øðrum viðkomandi myndugleikum í norðurlondum umframt kommunum.

 

Rým til YouTube