Search
Close this search box.

Barnasjónarmið og sjónarmið barnsins

Komið og hoyrið, hvussu vit kunnu tryggja okkum, at vit taka atlit til sjónarmið barnsins.

Í samband við aðalfund felagsins hóskvøldið 28. mars kl 19:00 verður áhugaverd framløga í Smæruni. Við støði í nýggjari gransking fer Hanne Warming, professari á Roskilde Universitet, at greiða frá, hvussu vit kunnu fáa eina betri fatan av barnsins sjónarmiðum.

Føroyska samfelagið hevur ábyrgd av, at røddin hjá børnum og ungum verður hoyrd. Vit skulu tryggja, at tað verða tikin atlit til teirra sjónarmið, kenslur og áskoðanir. Hetta er galdandi fyri fakfólk innan námsfrøðiligt og sosialt arbeiði, líka so væl sum hetta er galdandi fyri skipanir og myndugleikar, sum skipa viðurskifti kring okkara børn og ungu.

So hvussu tryggja vit, at tað er barnsins rødd, sum verður hoyrd, tá ið vit vaksnu sjálvi eru við til at seta orð og og geva meining til somu rødd? Og um eitt barn ikki hevur ment sítt mál nóg nokk til at kunna greiða frá sínum kenslum og ynskjum, hvussu tryggja vit teimum eina rødd? Hvussu geva vit til dømis børnum og ungum eina rødd, sum eru fangaði í einari ósemju millum foreldrini, uttan at tey skulu kenna seg illoyal.

Vit kunnu bert inndraga barnsins sjónarmið á ein javnmettan hátt, um vit møta barninum ella unglinginum við viðurkennandi og forvitnisligum sinnalagi. Vit mugu tora at fordjúpa okkum í evni, sum ikki tykjast viðkomandi fyri okkum, tá hetta kann hava alstóran týdning fyri barnið. Vit skulu hava viljan til at lata barnið stýra samrøðuni, og eina løtu leggja okkara barnasjónarmið frá okkum, fyri at tryggja okkum, at tað ikki litar okkara fatan og okkara samband við barnið ella unglingin. 

Hanne Warming er sosiologur, professari og barndómsgranskari á Roskilde Universitetscenter. Atlit til barnsins sjónarmið á dagstovnum, skúlum og í sosialum arbeiði við útsettum børnum og ungum hevur stóran leiklut í hennara gransking.Hanna er fyrrverandi limur í Barnaráðnum og fekk viðrislønina Børnesagens Fællesråd fyri verkætlanina Barnatingi í 2005. Hanna er rithøvundur, og hevur millum annað skriva bókina ‘Børneperspektiver. Børn som ligeværdige medspillere i socialt og pædagogiskt arbejde.

Tiltakið er ókeypis, men tit eru altíð vælkomin at stuðla Barnabata. Eisini kunnu tit tekna tykkum sum lim í felagsskapinum. 

Eftir framløguna verður aðalfundur. Skrá sambært viðtøkum felagsins.