Í samband við at Barnabati fór undir verkætlanina Betri vinir, eitt átak at fyribyrgja happing, vóru stig tikin til at kanna ymisk viðurskifti, ið hava við trivnaðin hjá børnum at gera. Partverkætlanin skal kanna happing á dagstovnaøkinum umframt fáa eina mynd av nyttuni av Betri vinum.
Fyrsta spurnablaðið er ment til tess at savna inn vitan, áðrenn starvsfólkini byrja at arbeiða við Betri vinum. Fyrsta kanningin fevnir í høvuðsheitum um, hvørt starvsfólki metir, at happing fer fram á dagstovnaøkinum, hvussu tey skilja og lýsa hugtakið happing, og hvussu tey síggja, at møgulig happing fer fram.
Spurt varð eisini um atferð og samskifti hjá starvsfólkum og foreldrum, sum kunnu hugsast at hava ávirkan á happing.
Samanumtikið vístu úrslitini frá fyrstu spurnakanningini, at happing fór fram millum børnini, og at hon í mesta mun fór fram sum útihýsan og við at gera mismun vegna vantandi tolsemi og virðing.
Úrslitini vístu eisini, at starvsfólkini mettu, at til ber at gera nakað fyri at fyribyrgja happing, og ikki minst, at tørvur er á førleikamenning í at handfara og fyribyrgja happing.
Samanumtikið kunnu vit út frá tølunum higartil meta at:
- Happing fer fram millum børnini á føroysku dagstovnunum.
- Samstarvið millum starvsfólk og foreldur verður mett sum gott.
- Starvsfólki metir, at til ber at fyribyrgja happing, men teimum vanta greiðar mannagongdir og amboð í handfaringini av happing.
Sí alla kanningina við at trýsta her