Betri vinir byrjanarskeið 4. mars

7. feb. 2022

Betri vinir byrjanarskeið verður 4. mars kl. 09-16 á Hotel Hilton.

Saman kunnu vit skapa eina mentan, har góð vinaløg mennast og happing ikki sleppur at nørast.

Málbólkur:

  • Stovnar, ið arbeiða við Betri vinum, ið hava starvsfólk, ið mangla skeiðið.
  • Stovnar, ið ynskja at arbeiða við Betri vinum.

Skeiðið er ætlað teimum, sum arbeiða við børnum í aldrinum 0-6 ár

Kostnaður fyri skeiðið er 1.200 kr. 

Við í prísinum er matur og drekka.

Vilja tit keypa Betri vinir tilfarið, skulu í minsta lagi tvey starvsfólk úr sama stovni hava luttikið á skeiðnum.

Vend tær til betrivinir@barnabati.fo ella á tlf.: 610140 fyri nærri kunning. 

Les meira á barnabati.fo/betri-vinir

Seinasta freist at tekna seg er 25. februar.

Barnabati stendur fyri verkætlanini í samstarvi við Mary Fonden og Red Barnet.