Betri vinir felags byrjanarskeið
Á Hotel Hilton 7. mars 2025
Saman kunnu vit skapa eina mentan
við góðum felagsskapum, har vinaløg mennast
og happing ikki sleppur at nørast
Málbólkurin fyri skeiðið eru vaksin, sum arbeiða við børnum í aldrinum 0-6 ár, sum ynskja námsfrøðiliga vitan og amboð til at skapa góðar og sunnar barnafelagsskapir.
- Sjónarmið á happing
- Soleiðis arbeiða tit við virðunum hjá Betri vinum
- Relatiónsførleiki
- Tann góði barnafelagsskapurin – Bólkaleiðsla og felagsskapur
- Tann góða barnarundan og námsfrøðilig amboð
- Foreldrini – umráðandi viðspælarar
- Leiðbeining til íverksetan og skipan av Betri vinum
Ver við til at skapa høgt tolsemi – eitt stað har børn trívast og mennast
Skeiðshaldari er Annika Wenningsted Jacobsen.
Kostnaðurin fyri skeiðið er 1500 kr. Við í prísinum er matur og drekka.
Skeiðið er á Hotel Hilton
7. mars 2025 kl. 9:00 – 16:00.
Tilmelding og spurningar á betrivinir@barnabati.fo
Tilmeldingarfreistin er 20. feb. 2025
Les meira um Betri vinir á betrivinir.fo