Royndir við námsfrøðiligari og organisatoriskari implementering av Betri vinum.
Henda frágreiðing er ein av fleiri frágreiðingum frá Roskilde Universitetcenter um interventións-verkætlanina Betri vinir (Fri for mobberi). Betri vinir er ment av Red Barnet og verður gjøgnumført sum ein royndarverkætlan í samstarv við tríggjar kommunur: Århus, Kolding og Gentofte. Í hvørjari kommunu luttaka ein skúli umframt 2-3 dagstovnar, sum í verkætlanar-tíðarskeiðnum royna nøkur amboð, hvørs endamál er at fyribyrgja happing. Verkætlanin er stíla til 3-8 ára gomul, og fyrsta av sínum slag í Danmark, við tað at fyribyrging av happing áður í størsta mun hevur verið stíla til eldri børn.
Frágreiðingin viðgerð trý ymisk høvuðsevni:
Royndir við amboðum og tilfari í mun til fyribyrging av happing
Foreldraluttøka í fyribyrgjan av happing
Organisering av verkætlan – yvirskipað, á kommunalum støði, á dagstovna støðið – og avleiðingar av hesum í samband við útbreiðslu, rótfesti og ognarskap.
Frágreiðingin kann lesast her