Sjónarmið á happing sum gerandisfyribrigdi í samband við innskúling
Frágreiðingin er ein av fleiri frágreiðingum í samband við íverksetanina av Betri vinum (Fri for mobberi), har eitt toymi handan Roskilde Universitet gjølla fylgir gongdini.
Henda frágreiðing byggir á eitt spurnarblað til starvsfólk, ið vara av innskúling og foreldrum at børnum í ávíkavist 0. til 2. flokk á trimum skúlum, ið luttaka í verkætlanini: Skjoldshøjskolen í Århus kommunu, Hellerup Skúli í Gentofte kommunu og Vonsild Sogneskole í Kolding kommunu. Ein líknandi frágreiðing er sett saman við støði í spurnabløðum til starvsfólk og foreldur at børnum á dagstovni, hjá teimum dagstovnum, ið luttóku í juni 2007.
Skúlarnir byrjaðu at arbeiða við Betri vinum við skúlabyrjan 2007, og vóru sostatt á byrjanarstøði við verkætlanini, tá ið spurnakanningin var gjøgnumførd í tíðarskeiðnum desember 2007 til januar 2008.
Frágreiðingin lýsir fatan og hugburð hjá innskúlingarstarvsfólkunum og foreldrunum í samband við happing. Eisini lýsir frágreiðingin hvussu starvsfólk meta at núverandi tilbúgving mótvegis happing við meira.
Frágreiðingin á 25 s. kann lesast her