Betri vinir – Fri for Mobberi byrjanarskeið 16. apríl

29. mar. 2021
Betri vinir – Fri for Mobberi byrjanarskeið 16. apríl í Norðurlandahúsinum frá kl. 09-16.
Saman kunnu vit skapa eina mentan, har góð vinaløg mennast og happing ikki sleppur at nørast.
Málbólkurin fyri skeiðið er vaksin, sum arbeiða við børnum í aldrinum 0-6 ár. Kostnaður fyri skeiðið er 1.200kr. Við í prísinum er matur og drekka.
Nærri kunning fæst við at venda sær til betrivinir@barnabati.fo ella á tlf 532011.
Seinasta freist at tekna seg er 9. apríl.
Barnabati stendur fyri verkætlanini, í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet. #betrivinir #friformobberi #barnabati #maryfonden #redbarnet