Betri vinir – Fri for mobberi byrjanarskeið

6. sept. 2021
Betri vinir – Fri for Mobberi byrjanarskeið fríggjadagin 24. september 2021 í Norðurlandahúsinum frá kl. 09-16.
Saman kunnu vit skapa eina mentan, har góð vinaløg mennast og happing ikki sleppur at nørast.
Málbólkurin fyri skeiðið eru vaksin, sum arbeiða við børnum í aldrinum 0-6 ár. Kostnaður fyri skeiðið er 1.200 kr. Við í prísinum er matur og drekka.
Nærri kunning fæst við at venda sær til betrivinir@barnabati.fo ella á tlf. 522011
Seinasta freist at tekna seg er 17. september.
Barnabati stendur fyri verkætlanini í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet. #betrivinir #friformobberi #barnabati #maryfonden #redbarnet
Vit loyva okkum at avlýsa skeiðið, um ov fáar tilmeldingar eru.