Betri vinir leiðsluskeiðið, ið skuldi vera 24. mai, er flutt til august/september

7. mar. 2022

Vilt tú sum leiðari menna sterkan og sunnan felagsskap fyri tíni starvsfólk?

So er Betri vinir leiðsluskeiðið júst nakað fyri teg!

Skeiðshaldari er Annika Wenningsted Jacobsen, sum hevur drúgvar leiðsluroyndir sum stovnsleiðari.

Annika er útbúgvin námsfrøðingur, umframt hevur hon diplomútbúgving í leiðslu.

 

“Sera gevandi og læruríkir tímar um Betri vinir, har eg lærdi týdniningin av, at eg sum leiðari má vilja hetta, um arbeiðið skal eydnast. Samstundis gav hetta mær íblástur til annað týðandi leiðslu arbeiði. 

Gott skeið við livandi undirvísara og góðum dømum.”

                                                                 Úttalilsi frá leiðara á leiðsluskeiðnum

 

Skeiðið fevnir um:

  • Stutt framløga um Betri vinir
  • Stovnsmentan & struktur
  • Samskifti & starvsfólkaleiðslu
  • Ábyrgd & ábyrgdarbýti
  • Leiðsla av ungum
  • Íverksetan av Betri vinum

Betri vinir riggar best, tá øll tey vaksnu, ið eru um børnini, arbeiða miðvíst fram ímóti tí góða felagsskapinum. Sum leiðari hevur tú ein avgerandi leiklut í at fáa Betri vinir sett í verk og sum heild at virka fyri at tað riggar. Á hesum skeiðinum seta vit sjóneykuna á, hvussu tú gert hetta best.

Longdin á skeiðinum:

Skeiðið verður (ikki ásett enn) kl. 08:30-12:00.

Luttøka:

Skeiðið er ætlað leiðarum og varaleiðarum á dagstovnum, frítíðarskúlum og dagrøkt.

Kostnaður fyri skeiðið er 750 kr.

Tilmeldingarfreistin er ikki ásett enn.

Tekna teg til skeiðið við at senda ein teldupost til betrivinir@barnabati.fo

Tað er avmarkað pláss!

25. februar – Fullteknað

11. mars – Fullteknað

25. mars – Fullteknað