Í samband við at tað nú er eitt ár síðan at Betri vinir – Fri for Mobberi kom til Føroya. Ynskja vit at lata tykkum ein brellbita úr komandi útgávunum: Fløgan “Tað er gott at hava vinir” og “Betri vinir – Rørsluhefti”
Bóltspæli er eitt einfalt spæl. Børnini sita tvey og tvey einar tríggjar metrar yvir av hvørt øðrum. Hvørt parið hevur ein bólt. Sum tað hoyrist í ørindinum, rulla tey bóltin ímillum sín. Síðan sum teksturin greiðir frá reisa øll seg upp og kasta nú bóltin millum sín. Sangurin endar við at børnini leggja bóltin frá sær og dansa. Í komandi útgávunum vera nógvir ymsir sangir við frágreiðingum og valmøguleikum.
Tónleikaligir spælihættir stimbra sansirnar hjá barninum, fatanina, málið, hugflogið og teirra sosialu og kensluligu menning.Tað einstaka barnið hevur møguleika at menna og styrkja sosialu royndir sínar við tónleiki og rørslu, um tað verður skipað í tryggum umstøðum, í eitt nú barnagarði saman við børnum og vaksnum, sum barnið kennir. Tí er hetta rútmutilfarið bara eitt av mongum amboðum í Betri vinum.
Bóltspælið, eftir Anders Bøgelund, tónleikanámsfrøðingi, er týtt til føroyskt av Steintór Rasmussen og sungið inn av Jens Marna Hansen og Guðrun Sólju Jacobsen í Studio Bloch.
Barnabati, Mary Fonden og Red Barnet standa fyri verkætlanini Betri vinir – Fri for Mobberi.
Høvuðsstuðul er Betri
Stuðlar: Mentamálaráðið