MIÐVÍST ARBEIÐI GEVUR BETRI ÚRSLIT

Betri vinir gevur best úrslit, um tað er ein vanligur partur av tykkara mentan og dagliga virksemi. Sum leiðari hevur tú ein avgerandi týdning. 

Vit vita frá eftirmetingum, at Betri vinir gevur best úrslit, tá ið øll tey vaksnu, ið eru um børnini áhaldandi og miðvíst arbeiða við góðum barnafelagsskapum, og tá ið amboðið – virðini handan hesi – eru ein vanligur partur í gerandisdegnum á stovninum og/ella skúlanum. 

Um tú ynskir bes møguliga úrslitið av Betri vinum, so er tín týdningarmesta uppgáva sum leiðari at stuðla íverksetanina og kjølfestið av Betri vinum á tínum stovni ella skúla.  

Fyrireika starvsfólkið til uppgávuna

Tað er eitt grundleggjandi krav, at minst tveir starvsfelagir luttaka á einum grundskeiðið, tá ið tit byrja at arbeiða við Betri vinum. Hesir báðir starvsfelagirnir koma síðani at verða vegleiðarar hjá hinum starvsfólkunum. Tað er ein týdningarmikil uppgáva at tú stuðlar teimum, og at góð tíð er avløgd til júst hetta arbeiði. 

Tú kanst eisini velja at hava eitt grundskeið útið á tykkara egna stovni. Hetta tryggjar eina góða og breiða vitan um betri vinir hjá øllum starvsfólkahópinum. Hetta er eisini ein fortreyt fyri at tað kann gerast ein nátúrligur partur av gerandisdegnum. 

Arbeiðið við Betri vinum í vaksnamannahædd

Dagrøktarar, námsfrøðingar. lærarar og onnur námsfrøðilig starvsfólk eru fyrimyndir – eisini tá hesi samstarva uttan at børn eru hjá.  

Eru tíni starvsfólk góð samstarvsfólk? Fara tey við hvørjum øðrum á virðiligan hátt? Kenna børnini, at tey vaksnu trívast væl saman?

Ein mentan uttan happing hevur við sær, at starvsfólkahópurin ikki bert hugsavnar seg um mentanina millum børnini, men eisini at tey, eitt nú eru varhug við teirra innanhýsis samstarv og evni at handfara ymiskleikar og relatiónir á ein uppbyggjandi hátt. 

Niðast á síðuni finnur tú vitan, hugskot og aktivitetir, ið kunnu hjálpa tær at seta Betri vinir og tann góða felagsskapin á dagsskránna í tínum starvsfólkahópi. 

Stovnað og stuðla arbeiðinum hjá einum samskipanarbólki, ið skal hava ábyrgdina av íverksetanini og dagliga virkseminum

Viðkomandi at hava foreldraráðið og foreldraumboð við. Hesi hava ein týðandi leiklut í at fáa foreldrini virkin.

Hetta fáa tit við Betri vinum

  • Eina rammu til at arbeiða miðvíst við at skapa tryggar felagsskapir og trivna ímillum tey yngstu børnini frá 0-9 ár. 
  • Eitt amboð til at skapa trygg skiftið frá dagrøkt/vøggustovu til barnagarð og frá barnagarið til skúlan. 
  • Eitt ástøðið til – at í roynd og veru – arbeiða við broytingum og kjølfesting av einari jaligari mentan millum børn og vaksin. 
  • Eitt amboð, ið lætt kann setast í verk í tykkara gerandisdegi. herundir eitt nú við at styrkja námsfrøðiligu atlanina, felags málum og til at stuðla frálæruni.