Smá børn fáa oftast sínar fyrstu royndir við felagsskapum uttan fyri familjuna, tá ið tey byrja í dagrøktini ella í vøggustovu. Tað er ein stór broyting – og tað er týdningarmikið, at hetta er ein trygg og jalig uppliving hjá teimum.
Tá ið tit sum vaksin tryggja nærveru, og eitt trygt stað hjá børnunum at kanna umheimin útfrá, so hjálpa tit børnum gott ávegis.
Royndirnar hjá børnunum við teimum fyrstu barnafelagsskapunum – bæði góðum og minni góðum – hava tey við sær víðari til teir komandi felagsskapirnir, ið tey møta, og tað hevur týdning fyri hvussu hesir mennast.
Við Betri vinum kanst tú arbeið enn meira miðvíst við teimum tryggu og jaligu felagsskapunum hjá børnunum.
Tá tú og tínir starvsfelagar eru varug við tørvin av nærleika, og møguleika at kanna umheimin, og arbeiða miðvíst við bæði at stuðla tí einstaka barninum, og at skapa felagsskapir har eyðkenni er umsorgan, virðing, tolsemi og dirvi, so gert alt tryggari hjá teimum.
Tit eru á tann hátt við til at geva børnunum jaligar royndir við felagsskapum, ið eru við til at fyribyrgja happing, tá ið børnini gerast størri.
Á hesari síðu finna tit tilfar og aktivitetir, ið hjálpa tykkum væl á veg.
Vælkomin at brúka hetta tilfar í tykkara virksemi, sum partur av tykkara mannagongdum, og tá ið tit spæla saman við børnunum.
Á dagstovni byrja børn av álvara at spøla við hvønn annan, og tey fáa sínar fyrstu royndir við tvístøðum og ta at kenna seg útihýstan ella sum partar av ymiskum felagsskapum.
At knýta vinarbond og gerast partur av spælisambondum hevur stóran týdning – bæði fyri trivnaðin hjá børnunum og gleðina her og nú fyri teirra menning og læring.
Við Betri vinum kanst tú hjálpa børnunum á dagstovninum at gerast varug við, hvussu ein er ein góður vinur, og hvussu ein kann loysa tvístøður og arging. Tá ið tú og tínir starvsfelagir arbeiða miðvíst við at skapa góðar felagsskapir, har eyðkenni er tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi, so gert felagsskapurin tryggur. Tit eru á henda hátt við til at geva børnunum jaligar royndir við felagsskapum, ið kunnu fyribyrgja happing.
Her á síðuni finna tit tilfar og hugskot um ymiskt virksemi, ið kann hjálpa tykkum. Brúki hesar í tykkara dagliga arbeiði og tá ið tit spæla saman við børnunum.
Menniskja hevur íbornar eginleikar at vera umsorganarfull og samkennandi. Flestu okkara hava eitt sterkt ynski um at hjálpa øðrum, tá ið teim tørvar hjálp og stuðul. Hetta er eitt av grundarløgunum fyri, at vit kunnu skapa tryggar og góðar skúlaflokkar, familjur, felagsskapir og samfeløg.
Hinvegin hevur granskingin – og ikki minst søgan – víst, at tað finnast ein rúgva av sálarligum kreftum í okkum menniskjum, bæði sum einstaklingar og sum bólkar, sum kunnu steðga ella forða okkum í at hjálpa, ella at bera okkum skilagott at, tá ið tørvur er á, at vit gera nakað og hjálpa.
Skal tað eydnast at fáa ein góðan felagsskap ella ein góðan flokk, so krevur tað eitt miðvíst arbeiði, har ábyrgdin í høvuðsheitum áliggur okkum vaksnu.
Í løtuni verður føroyskt tilfar roynt og eftirmett, sum skal styrkja trivnaðin og menna eina góða mentan í flokkinum. Roynist hetta tilfarið væl, er ætlanin at tilfarið skal verða tøkt hjá øllum skúlum.
Betri Vinir hevur sin uppruna í donsku verkætlanini Fri for Mobberi, sum Red Barnet og Mary Fonden í Danmark hava sett á stovn og ment. Tilfarið tekur støði í avstralsku skránni Better Buddies og byggir á verandi gransking innan økið. Kanningar hava víst at børn fáa gagn av, at starvsfólk nýta Betri Vinir tilfarið, og at førleikar sum empati, sjálvregulering og samstarv vórðu mentir. (tilvísing: Effekt evaluering)
Tilfarið í Betri Vinum er longu føroyska og roynt millum børn í dagstovnaaldri, og hetta hevur givið góðar royndir og úrslit. (tilvísing: Kanning )
Tilfarið verður nú lagað til føroyskar næmingar í grunddeild.
Allir luttakararnir fáa skeið í tilfarinum Betri Vinir. Skeiðið fevnir um ein skeiðsdag, sum verður avtalaður við teir luttakandi skúlarnar. Tá fáa starvsfólkini í grunddeildini undirvísing í tí ástøðiliga grundarlagnum handan tilfarið, umframt í hvussu ymisku amboðini kunnu nýtast. Harumframt verða uppfylgjandi fundir og námsfrøðilig og didaktisk sparring úti á luttakandi skúlum.
Væntað verður av skúlunum, at verkætlanin verður løgd í ársætlanina og tímatalvuna, og at lærararnir fáa tíð til fyrireiking, ráðlegging og eftirmeting í samband við verkætlanina.
Fyri at vita um Betri Vinir tilfarið hevur gagnliga ávirkan á næmingarnar og felagsskapin í flokkinum, verða trivnaðarmátingar gjørdar áðrenn og aftaná, at átakið er sett í verk. Tilfar og tilgongd verða eftirmett saman við luttakandi skúlum og starvsfólkum, og neyðugar tillagingar verða gjørdar út frá tí. Eftirmetingartíðarskeiðið er sett at vera í skúlaárinum 2023/24.
Eru spurningar um innihald, tilgongdina ella annað. Ber til at seta seg í sambandi við Tóru Petersen, trivnaðarrágeva í Námi á tlf. 555184 ella torap@nam.fo
Tá tit byrja við massasjesøgunum Tað er gott at byrja við massasju, so børnini síggja og uppliva, hvat tað er. Tá børnini eru klár til at royna hetta, verða tey
Tónleikur og rørsla mennir børn sosialt. Les meira um hetta í Rørsluheftinum (3-6 ár). Tolsemi, Virðing, Umsorgan og Dirvi eru tey fýra grundvirðini í Betri vinum, og øll fýra hugtøkini
Tónleikur og rørsla mennir børn sosialt. Les meira um hetta í Rørsluheftinum (3-6 ár). Tolsemi, Virðing, Umsorgan og Dirvi eru tey fýra grundvirðini í Betri vinum, og øll fýra hugtøkini
Tónleikur og rørsla mennir børn sosialt. Les meira um hetta í Rørsluheftinum (3-6 ár). Tolsemi, Virðing, Umsorgan og Dirvi eru tey fýra grundvirðini í Betri vinum, og øll fýra hugtøkini
Tónleikur og rørsla mennir børn sosialt. Les meira um hetta í Rørsluheftinum (3-6 ár). Tolsemi, Virðing, Umsorgan og Dirvi eru tey fýra grundvirðini í Betri vinum, og øll fýra hugtøkini
Betri vinir – Fri for Mobberi tilfarið er fjálgt og litríkt, og so er tað eggjandi, mennandi, stuttligt og sera einfalt at arbeiða við. Betri vinir er eitt fyribyrgjandi átak
"*" teigar mugu svarast
Niels Finsensgøta 32. 2H
FO-110 Tórshavn
Telefon: +298 610140
Email: barnabati@barnabati.fo
V-tal: 333522
Kontonr.: 9181 – 130.388.2