Search
Close this search box.
Flokkað eftir evni:
Barnabati

Aðalfundur

Aðalfundur felagsins verður tann 18. desembur kl. 18:00 í hølunum hjá Barnabata. Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Barnabati

Betri vinir felags byrjanarskeið á Hotel Hilton 15. nov. 2024

Saman kunnu vit skapa eina mentan við góðum felagsskapum, har vinaløg mennast og happing ikki sleppur at nørast Málbólkurin fyri skeiðið eru vaksin, sum arbeiða við børnum í aldrinum 0-6

Fýra virðir

Heinta plakatina FÝRA VIRÐIR 3-6 ár Her

Fýra virðir

Betri vinir – fýra virðir Tak niður Fýra virðir plakat

Samrøðutalvur

Tak niður Samrøðutalvur

Foreldraplakat

Sjey ráð til foreldur Tak niður Foreldraplakat

Betri vinir felags byrjanarskeið

Betri vinir felags byrjanarskeið á Hotel Hilton 15. nov. 2024

TIL LEIÐARAR

Miðvíst arbeiði gevur betri úrslit. Betri vinir gevur best úrslit, um tað er ein vanligur partur av tykkara mentan og dagliga virksemi. Sum leiðari hevur tú ein avgerandi týdning. 

TIL FORELDUR

Børn hava tørv á góðum vinfólkum og tryggum umfevnandi og innbjóðandi felagsskapum fyri at trívast og mennast.Tú ger nakað fyri barn títt, tá ið tú ger nakað fyri felagsskapin.

Betri vinir 0-3 ár

Smá børn fáa oftast sínar fyrstu royndir við felagsskapum uttan fyri familjuna, tá ið tey byrja í dagrøktini ella í vøggustovu. Tað er ein stór broyting – og tað er týdningarmikið, at hetta er ein trygg og jalig uppliving hjá teimum. 

Tá ið tit sum vaksin tryggja nærveru, og eitt trygt stað hjá børnunum at kanna umheimin útfrá, so hjálpa tit børnum gott ávegis. 

Royndirnar hjá børnunum við teimum fyrstu barnafelagsskapunum – bæði góðum og minni góðum – hava tey við sær víðari til teir komandi felagsskapirnir, ið tey møta, og tað hevur týdning fyri hvussu hesir mennast. 

Tú kanst gera mun

Við Betri vinum kanst tú arbeið enn meira miðvíst við teimum tryggu og jaligu felagsskapunum hjá børnunum. 

Tá tú og tínir starvsfelagar eru varug við tørvin av nærleika, og møguleika at kanna umheimin, og arbeiða miðvíst við bæði at stuðla tí einstaka barninum, og at skapa felagsskapir har eyðkenni er umsorgan, virðing, tolsemi og dirvi, so gert alt tryggari hjá teimum. 

Tit eru á tann hátt við til at geva børnunum jaligar royndir við felagsskapum, ið eru við til at fyribyrgja happing, tá ið børnini gerast størri. 

Á hesari síðu finna tit tilfar og aktivitetir, ið hjálpa tykkum væl á veg. 

Vælkomin at brúka hetta tilfar í tykkara virksemi, sum partur av tykkara mannagongdum, og tá ið tit spæla saman við børnunum. 

Betri vinir 3-6 ár

Á dagstovni byrja børn av álvara at spøla við hvønn annan, og tey fáa sínar fyrstu royndir við tvístøðum og ta at kenna seg útihýstan ella sum partar av ymiskum felagsskapum.

At knýta vinarbond og gerast partur av spælisambondum hevur stóran týdning – bæði fyri trivnaðin hjá børnunum og gleðina her og nú fyri teirra menning og læring. 

Tú kanst gera mun

Við Betri vinum kanst tú hjálpa børnunum á dagstovninum at gerast varug við, hvussu ein er ein góður vinur, og hvussu ein kann loysa tvístøður og arging.  Tá ið tú og tínir starvsfelagir arbeiða miðvíst við at skapa góðar felagsskapir, har eyðkenni er tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi, so gert felagsskapurin tryggur.  Tit eru á henda hátt við til at geva børnunum jaligar royndir við felagsskapum, ið kunnu fyribyrgja happing. 

Her á síðuni finna tit tilfar og hugskot um ymiskt virksemi, ið kann hjálpa tykkum. Brúki hesar í tykkara dagliga arbeiði og tá ið tit spæla saman við børnunum. 

Betri vinir 6-9 ár

Menniskja hevur íbornar eginleikar at vera umsorganarfull og samkennandi. Flestu okkara hava eitt sterkt ynski um at hjálpa øðrum, tá ið teim tørvar hjálp og stuðul. Hetta er eitt av grundarløgunum fyri, at vit kunnu skapa tryggar og góðar skúlaflokkar, familjur, felagsskapir og samfeløg.

Hinvegin hevur granskingin – og ikki minst søgan – víst, at tað finnast ein rúgva av sálarligum kreftum í okkum menniskjum, bæði sum einstaklingar og sum bólkar, sum kunnu steðga ella forða okkum í at hjálpa, ella at bera okkum skilagott at, tá ið tørvur er á, at vit gera nakað og hjálpa.  

Skal tað eydnast at fáa ein góðan felagsskap ella ein góðan flokk, so krevur tað eitt miðvíst arbeiði, har ábyrgdin í høvuðsheitum áliggur okkum vaksnu.  

Í løtuni verður føroyskt tilfar roynt og eftirmett, sum skal styrkja trivnaðin og menna eina góða mentan í flokkinum. Roynist hetta tilfarið væl, er ætlanin at tilfarið skal verða tøkt hjá øllum skúlum. 

Betri Vinir hevur sin uppruna í donsku verkætlanini Fri for Mobberi, sum Red Barnet og Mary Fonden í Danmark hava sett á stovn og ment. Tilfarið tekur støði í avstralsku skránni Better Buddies og byggir á verandi gransking innan økið. Kanningar hava víst at børn fáa gagn av, at starvsfólk nýta Betri Vinir tilfarið, og at førleikar sum empati, sjálvregulering og samstarv vórðu mentir. (tilvísing: Effekt evaluering)

Tilfarið í Betri Vinum er longu føroyska og roynt millum børn í dagstovnaaldri, og hetta hevur givið góðar royndir og úrslit. (tilvísing: Kanning )

Tilfarið verður nú lagað til føroyskar næmingar í grunddeild.

Innihald og karmar:

Allir luttakararnir fáa skeið í tilfarinum Betri Vinir. Skeiðið fevnir um ein skeiðsdag, sum verður avtalaður við teir luttakandi skúlarnar. Tá fáa starvsfólkini í grunddeildini undirvísing í tí ástøðiliga grundarlagnum handan tilfarið, umframt í hvussu ymisku amboðini kunnu nýtast. Harumframt verða uppfylgjandi fundir og námsfrøðilig og didaktisk sparring úti á luttakandi skúlum.

Væntað verður av skúlunum, at verkætlanin verður løgd í ársætlanina og tímatalvuna, og at lærararnir fáa tíð til fyrireiking, ráðlegging og eftirmeting í samband við verkætlanina.

Eftirmeting og tillaging:

Fyri at vita um Betri Vinir tilfarið hevur gagnliga ávirkan á næmingarnar og felagsskapin í flokkinum, verða trivnaðarmátingar gjørdar áðrenn og aftaná, at átakið er sett í verk. Tilfar og tilgongd verða eftirmett saman við luttakandi skúlum og starvsfólkum, og neyðugar tillagingar verða gjørdar út frá tí. Eftirmetingartíðarskeiðið er sett at vera í skúlaárinum 2023/24.

Eru spurningar um innihald, tilgongdina ella annað. Ber til at seta seg í sambandi við Tóru Petersen, trivnaðarrágeva í Námi á tlf. 555184 ella torap@nam.fo

Bræv til foreldur

Hevur út ein fyrispurining, send okkum eini boð

"*" teigar mugu svarast

Navn*